Navalnyj var eitraður

Navalnyj var eitraður
Royndir, sum eru tiknar í Vesturheiminum, vísa, at hann var eitraður, hóast russisku myndugleikarnir søgdu, at Navalnyj doyði ein nátúrligan deyða
Aleksej Navalnyj varð eitraður, sigur einkja hansara.
 
17.09.2025 - 11:47

Aleksej Navalnyj var eitraður.

Tað sigur einkjan eftir Navalnyj, Julia Navalnaja.

Aleksej Navalnyj doyði í februar 2024 í eini fongsulslegu í Sibiria.

Russisku myndugleikarnir hava annars hildið uppá, at hann doyði ein natúrligan deyða.

Men royndir siga nú, at Navalnyj varð eitraður, áðrenn hann doyði. 

Tað skrivar Reuters við Juliu Navalnaja sum keldu.

 

Julia Navalnaja. (Mynd: Ralf Hirschberger/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Dømdur 30 ára fongsul

Royndirnar vórðu gjørdar í Vesturheiminum, skrivar Reuters. Tað er ikki greitt, í hvørjum landi kanningarnar vórðu gjørdar. 

Julia Navalnaja og hennara stuðlar hava áður ført fram, at hann varð eitraður, og nú halda tey, at royndirnar vátta tað ástøðið.

Aleksej Navalnyj hevði fingið ein dóm at sita tilsamans meira enn 30 ár í fongsli, fyri millum annað ekstremismu og svik.

Politisku stuðlar hansara meta dómin sum politiska jagstran, millum annað tí at hann var sera atfinningarsamur móti Putin, forseta.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558