Hákun og teir framvegis fult í Champions League

Hákun og teir framvegis fult í Champions League
Hákun West av Teigum skeyt fimm mál fyri Füchse Berlin í útisigri á Kielce, meðan Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel komu upp á 12 stig í Bundesliguni
Mynd: Füchse Berlin  
 
25.09.2025 - 22:49

Hákun West av Teigum skeyt fimm mál, tá Füchse Berlin vann 37-32 á Kielce í Champions League-bólkaspælinum hóskvøldið.

Øll málini hjá føroyska vonginum komu fyri steðgin, tá grundarlagið undir sigrinum varð lagt. Füchse Berlin drønaði nevniliga avstað frá byrjan, og hóast tað kom eitt sindur av spennningi í móti endanum av dystinum, var sigurin ongantíð í vanda av álvara.

Týska høvuðsstaðarfelagið hjá Hákuni West av Teigum hevur vunnið allar tríggjar CL-dystirnar higartil og er nummar eitt í bólkinum við seks stigum frammanfyri Aalborg, Vezprem og Sporting, sum øll hava fýra.

 

 

Í Bundesliguni hevur Elias Ellefsen á Skipagøtu av álvara gjørt vart við seg fyrstu dystirnar hetta kappingarárið. 

Hóskvøldið vann Kiel sum væntað á Minden, og varðveitti sín oddasess við 12 stigum frammanfyri Gummersbach, sum hevur 10 og Magdeburg, sum hevur níggju stig.

Elias Ellefsen á Skipagøtu skeyt fýra mál og legði upp til trý í 33-25 sigrinum á uppflytaranum, og talan var ikki um sama fýrverksspælið, sum hann annars hevur víst síðstu umførini.

Føroyski bakspælarin varð eisini spardur heilt fitt til komandi dystirnar. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221