Inntøkumetingin frá veiðigjaldinum er alt ov høg

Inntøkumetingin frá veiðigjaldinum er alt ov høg
Sama dag sum fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram, kom ICES við sínum tilmæli fyri 2026. -Tilmælið fær stóra ávirkan á inntøkurnar frá veiðigjaldinum, sigur Hans Ellefsen
 
30.09.2025 - 18:42

Neyðugt er at gera nýggjar og neyvar útrokningar av inntøkuni frá veiðigjaldi, nú ICES mælir til ógvusligar skerjingar í fiskiskapinum eftir makreli og svartkjafti.

Tað sigur búskaparfrøðingurin Hans Ellefsen.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 roknar landsstýrið við at fáa umleið 500 milliónir krónur í inntøku frá veiðigjaldi næsta ár. Tað eru 100 milliónir meira enn roknað verður við at fáa í inntøku í ár.

Fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram fyrrapartin, og nærum samstundis kom ICES við sínum tilmæli fyri 2026.

Ógvusligar skerjingar

ICES mælir til at skerja fiskiskapin eftir makreli heili 70 prosent næsta ár, sammett við í ár. Samlaða, mest loyvda veiða fer úr 577.000 tonsum niður í 174.000 tons. Føroyar hava við strandalandaavtaluni við ES og Norra bundið seg til 12 prosent av tí mest loyvdu veiðu, sum ICES ásetir. Harvið fer føroyska heildarkvotan av makreli úr 48.000 tonsum í ár niður í 21.000 tons næsta ár.

ICES mælir eisini til at skerja fiskiskapin eftir svartkjafti heili 41 prosent næsta ár, sammett við í ár. Samlaða veiðan skal fara úr 1,4 milliónum tonsum í ár niður í 851.000 tons næsta ár. 

Einasti glotti er norðhavssildin. Tilmælið í ár er 400.000 tons, tilmælið næsta ár er 534.000 tons. Tað eru 33 prosent hækking.

Landskassin missir

Tilmælið frá ICES fær stóra ávirkan á inntøkurnar, sum landskassin fær frá veiðigjaldinum. 

-Mín fyrsta meting, sum skal takast við fyrivarni, er at inntøkan frá veiðigjaldinum verður bara helvtin av tí, sum roknað verður við í fíggjarlógaruppskotinum, sigur Hans Ellefsen.

hans_1_3009

Hóast fyrivarni, so er skerjingin í makrel- og svartkjaftafiskiskapinum, haðani størsti parturin av veiðigjalds-inntøkunum stavar, somikið ógvuslig, at tað kemur at raka hart.

Sjálvt ikki høgur avreiðingarprísur fyri makrel vigar stórvegis upp ímóti, tí veiðigjaldið verður ásett afturvirkandi:

hans_3_3009

 

ICES-tilmælið var ikki alment, tá Fíggjarmálaráðið gjørdi sína meting av, hvat veiðigjaldið gevur landskassanum í inntøku næsta ár. Metingin hjá ráðnum er sum nevnt umleið 500 milliónir krónur. 

Men hetta roknistykkið má gerast umaftur, heldur Hans Ellefsen:

hans_4_3009

 

Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2026 kemur til 1. viðgerð í løgtinginum hósdagin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Nýtt ljóð
207161
Hósdag 16. apríl
Eitt korter við
207150
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066