Sambandsflokkurin vil hava C, W og Q aftur í stavraðið

Sambandsflokkurin vil hava C, W og Q aftur í stavraðið
Stavirnir C, W, Q, Z og X eru partur av málsliga veruleikanum í Føroyum, sigur flokkurin, sum hevur lagt lógaruppskot fyri tingið
Sambandsflokkurin hevur skotið upp at broyta stavraðið.
 
01.10.2025 - 14:28

Sambandsflokkurin vil hava nýtt stavrað í Føroyum 1. januar 2026.

Hann hevur lógaruppskot um at taka C, W, Q, Z og X við í stavraðið.

Flokkurin vísir á, at ein kanning hjá Lóðri á vári 2014 segði, at okkurt um 70 prosent vilja hava teir fimm bókstavirnar við í stavraðið,

Og mentanarnevndin hjá Løgtinginum segði tað sama í 2009, C, W, Q, Z og X skulu í stavraðið.

Stavirnir C, W, Q, Z og X eru partur av málsliga veruleikanum í Føroyum.

Teir eru í náttúrufrøði, læknafrøði, tøkni, tølum, nøvnum og øðrum.

At hesir stavir formliga ikki eru í stavraðnum, hevur elvt til stórar praktiskar trupulleikar í skúlum og á málsøkinum yvirhøvur, sigur Sambandsflokkurin.

Les uppskotið her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585