Søgufrøðingur: Nógv skal til fyri at fáa frið í Gasa

Søgufrøðingur: Nógv skal til fyri at fáa frið í Gasa
Nú tvey ár eftir, at ófriðurin í Gasa byrjaði á hesum sinni, er ein friðaravtala á breddanum. Tað er gott, men ikki nóg mikið, sigur Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur
Sambært Hans Andriasi Sølvará er ein friðaravtala í Gasa-økinum góð, men enn er langt á mál.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.10.2025 - 13:50

Í dag eru tvey ár liðin, síðani Hamas leyp á Ísrael 7. oktober í 2023. 

Friðarsamráðingar eru í løtuni, og um báðir partar verða samdir um at góðtaka teir 20 tættirnar í semjuni, steðgar kríggið beinanvegin. 

Hans Andrias Sølvará, professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetur Føroya, fylgir væl við í viðurskiftunum í Miðeystri í einum søguligum høpi. 

"Tað er gott, um ein friðaravtala kemur í lag. Men tað verður veruliga stórt, um tað eydnast at fáa frið í Gasa-økinum, og tá er enn langt á mál."

 

Ósemjan fer langt aftur 

Kríggið í Gasa hevur vart í tvey ár. Síðani eru 65.000 dripin í Gasa, og 167.000 eru særd. 

Men í einum søguligum høpi er hetta ein ógvuliga gomul ósemja, sum fer nógv longur aftur enn tað.

"Í dag búgva bæði ísraelar og palestinar í økinum, og báðir partar vilja hava sín egna stat," sigur Hans Andrias Sølvará.

Sambært honum snýr tað seg um, at palestinar, við Hamas á odda, øðrumegin ikki vilja viðurkenna Ísrael.  

Hinumegin vil ísraelska stjórnin, við Netanyahu sum forsætisráðharra, ikki góðkenna eina tvístatsloysn, sum hevur við sær, at Palestina eisini fær sítt ríki. 

 

Tað er í Gasa-økinum, at Ísrael og Hamas kríggjast.

 

Friðarsamráðingar eru í gongd 

Í hesum døgum eru friðarsamráðingar á breddanum. Tað er amerikanski forsetin, Donald Trump, sum hevur lagt fram eitt semjuskjal við 20 tættum, sum skulu lúkast fyri at fáa frið í Gasa. 

Millum annað snýr tað seg um, at gíslarnir, sum vórðu tiknir 7. oktober fyri tveimum árum síðani, skulu latast leysir, bæði teir livandi og dripnu.  

Hamas skal leggja frá sær og ikki stýra økinum. Og so líðandi er ætlanin við semjuni, at Palestina skal byggjast upp aftur, soleiðis at Palestina kann gerast eitt sjálvstøðugt ríki. 

 

Báðir partar seta treytir 

Sum er, seta bæði ísraelska stjórnin og Hamas treytir fyri at góðtaka semjuna, sigur Hans Andrias Sølvará. 

Ísrael hevur givið greið boð um at fáa allar gíslar latnar leysar. Samstundis vil Ísrael ikki góðkenna, at Hamas hevur nakran leiklut í einum nýggjum Palestina. Og eisini skulu ísraelar kunna vera og ferðast trygt í økinum.  

Sambært Hans Andriasi Sølvará bendir nógv á, at Hamas góðkennir at leggja vápnini og lata gíslarnar leysar. Tó hevur verið ivi um, um Hamas metir seg vera føran fyri, at lata Ísrael allar gíslar innan teir 72 tímarnar, sum avtalan er treytað av. 

Um báðir partar semjast, góðtekur Ísrael, at Palestina við tíðini fær sítt egna ríki, meðan Hamas góðtekur at lata valdið frá sær í økinum.  

 

Ein nevnd skal stýra økinum

Um semja verður, er tað ein yvirríkja-nevnd, sum skal stjórna Gasa, sigur Hans Andrias Sølvará.  

Nevndin skal hava valdið á økinum í tíðini eftir, at avtalan er undirskrivað. So líðandi skulu ísraelskir hermenn taka seg úr økinum, og til endans skal Palestina fáa valdið. 

Hetta síðstnevnda stendur ógvuliga aftarliga í avtaluni, og, sambært Hans Andriasi Sølvará, er tað ógvuliga nógv annað, sum skal ganga rætta vegin, áðrenn hetta kann gerast veruleiki.  

Men tað er altso ein tvístatsloysn, sum arbeitt verður við, sigur hann.

 

Umstøðurnar eru broyttar 

Ógvuliga nógv kann ganga galið, áðrenn partarnir koma á mál við friðarsamráðingunum, sigur Hans Andrias Sølvará. 

Tað kann bæði vera Hamas, sum setir seg upp ímóti onkrum tátti í semjuni, ella Ísrael, ið ikki vil ganga við til eina tvístatsloysn, sigur hann.  

Men kortini eru umstøðurnar øðrvísi í dag, enn tær hava verið.

"Kríggið hevur vart í tvey ár, og tað er heilt týðiligt, at báðir partar eru troyttir av krígnum," sigur Hans Andrias Sølvará. 

 

Enn er langt á mál 

Sambært honum er Hamas ógvuliga illa fyri hernaðarliga, og stuðlarnir eru blivnir munandi veikari, enn teir hava verið. 

Ísrael er samstundis undir stórum trýsti av altjóða samfelagnum, sum heldur, at Ísrael fremur krígsbrotsverk í økinum, sigur Hans Andrias Sølvará.  

Tí eru umstøðurnar broyttar, og sambært honum kann hetta hava við sær, at ein friðaravtala kemur í lag.  

Men sambært Hans Andriasi Sølvará, søgufrøðingi, er langt frá eini vápnahvíld til endaligan frið. 

 

Friður er meira enn ein avtala 

"Tað er gott, um ein friðaravtala kemur í lag. Men tað verður veruliga stórt, um tað eydnast at fáa varandi frið í Gasa," sigur Hans Andrias Sølvará. 

Nógvir snávingarsteinar eru, og sambært honum er lítið nevnt í avtaluni um Vestara áarbakka, og tað halda summi er ein ógvuliga stórur snávingarsteinur. 

"Men fæst ein tvístats-loysn í lag, so er tað veruliga stórt," sigur Hans Andrias Sølvará. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Sunnudag 7. desember
Akademia:"Hvat er dygd?"
201072
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067