Læknafelagið: Stjórin í Heilsustýrinum má vera lækni

Læknafelagið: Stjórin í Heilsustýrinum má vera lækni
Felagið heldur, at yvirskipaður tørvur er á størri læknafakligheit í stýrinum
Ragnar Djurhuus Hammer er formaður í Læknafelagnum.
 
20.10.2025 - 13:23

- Lurtar Heilsumálaráðið ikki eftir áheitanini frá Læknafelagnum, kann spurnartekn setast við, um røttu fólkini sita í Heilsumálaráðnum. 

Tað sigur formaðurin í Læknafelagnum, nú ivi er, um nýggi stjórin í Heilsustýrinum verður lækni, tí tað er ikki krav í starvslýsingini.

Ragnar Djurhuus Hammer, formaður, sigur, at 9. oktober -  eina lítla viku, áðrenn freistin at søkja var farin, gjørdi Læknafelagið vart við, at tey hildu at tað var eina sjálvfylgju, at tað í starvslýsingini var krav, at umsøkjarin var lækni. 

Sambært Ragnari Djurhuus Hammer er tað er ikki bert stjórin, sum skal vera lækni. Læknafelagið heldur, at tað er ein yvirskipaður tørvur á meira læknafakligheit í Heilsustýrinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

Laeknafelagid_og_Heilsustyrid

 

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevði ikki stundir at gera samrøðu við útvarpið fyrrapartin. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523