Skaðar á tveimum loftlinjum elvdu til streymslit

Skaðar á tveimum loftlinjum elvdu til streymslit
Streymslitið gjørdi, at Norðoyggjar, partar av Eysturoynni, Norðstreymoy og Vágar lógu í streymloysi hósdagin
Skaðar vóru á tveimum loftlinjum hjá SEV hósdagin, og teir elvdu til streymslit nógvastaðni.
Mynd: SEV  
 
21.10.2025 - 13:54

SEV kunnger nú, at skaðar á tveimum loftlinjum, ávikavist Vestmanna-Skálabotnur og Vestmanna-Sund,  vóru orsøkin til stóru streymslitini fyrrapartin hósdagin.

Streymslitið gjørdi, at Norðoyggjar, partar av Eysturoynni, Norðstreymoy og Vágar lógu í streymloysi. 

Ein linja millum Vestmanna og Skálabotn var slitnað.

Harafturat var feilur á linjuni millum Vestmanna og Sund. 

SEV sigur tað vera ilt at siga, hvat var orsøkin til skaðarnar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846