Vísindavøkan 2025: 20 fyrilestrar um gransking í Føroyum

Vísindavøkan 2025: 20 fyrilestrar um gransking í Føroyum
Fyrilestrar frá Vísindavøkuni 2025 eru nú tøkir á heimasíðu okkara.
Vísindavøka '25 - Bjarta Osberg Johansen, Umhvørvisstovan
 
29.10.2025 - 14:47

Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum skipa á hvørjum ári fyri Vísindavøku. Tiltakið er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum verður fyriskipað hvørt á í september í býum kring alt Europa. 

Endamálið við Vísindavøku er at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin. 

Vísindavøkan 2025 varð hildin fríggjadagin tann 25. september í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Á skránni vóru millum annað 20 fyrilestrar, har granskarar í Føroyum greiða frá sínum granskingarúrslitum. Fyrilestrarnir verða vístir í Kringvarpinum í heyst og í vetur og eru nú tøkir á heimasíðuni. 

Vísindavøka '25

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297