Avrikið er avgerandi, men Føroyar fara eftir sigrinum í San Marino

Avrikið er avgerandi, men Føroyar fara eftir sigrinum í San Marino
Føroyska manslandsliðið í fótbólti siktar fyrst og fremst eftir einum góðum avrikið í venjingardystinum móti San Marino seinnapartin, men ætlanin er eisini at vinna dystin
Atli Gregersen ætlar sær fyrst og fremst eitt gott avrik í San Marino, men fari verður eisini eftir sigrinum
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
28.03.2026 - 10:28

Seinnapartin klokkan 14:00 fer føroyska A-landsliðið við monnum á vøllin til ársins fyrsta landsdyst, tá San Marino tekur ímóti í venjingardysti á San Marino Stadion.

Føroyski hópurin kom til San Marino seinnapartin mikudagin, og síðani hava tríggjar venjingar verið á skránni. Veðrið hevur argað eitt sindur, men annars hava fyrireikingarnar gingið væl, skrivar Fótbóltssamband Føroya.

Nógvir eru hálv- og heilskaddir og hava givið avboð til landsdystin - síðan úttøkuna eru Jørgen Nielsen, Emil Weihe Joensen og Heini Vatnsdal komnir inn fyri Jóannes Bjartalíð, Adrian Justinussen og Andrias Edmundsson.

Longu frammanundan manglaði fleiri av royndastu spælarunum. Millum annað Brandur H. Olsen, Hallur Hansson og Odmar Færø.

Ætlanin er kortini at vinna dystin, sigur hjálparvenjarin Atli Gregersen við fsf.fo, men avrikið hevur hægstu raðfestingina í kuldanum í San Marino.

 - Vit skulu hava eitt so gott avriki, sum gjørligt, og annars halda okkum til tær avtalurnar, sum vit hava. Og so er tað viktugt, at hesir ungu menninir, sum vit hava, fáa víst seg fram. Og sjálvandi eisini teir, sum eru eitt sindur tilkomnir. Úrslitið er ikki alfa og omega, men eg vildi logið, um tú fært ein glaðan Atla Gregersen, um vit spæla javnleik her, sigur hjálparvenjarin við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.

Hann leggur afturat, at dysturin er ein góður kjansur hjá teimum nýggjaru spælarunum at vísa seg fram og leggja eina góða umsókn inn til Nations League-kappingina í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809