Ætla at yvirtaka 70 prosent av partapeninginum í KBI

Ætla at yvirtaka 70 prosent av partapeninginum í KBI
Smápartafeløgini B&E Invest, Finna og REX 20, sum saman eiga allan partapeningin í J.F. Kjølbro heilsølu og Kjøli, eiga "01.09.2019," ið ætlar at yvirtaka meginpartin av KBI
Kappingareftirlitið hevur fingið fráboðan um yvirtøku av feløgum.
 
30.10.2025 - 08:16

"Smápartafelagið 01.09.2019" ætlar at yvirtaka 70 prosent av partapeninginum í einum øðrum smápartafelagi, KBI.

Tað hevur Kappingareftirlitið fingið at vita.

"01.09.2019" er stovnað við tí endamáli at eiga 70 prosent av partapeninginum í KBI. 

Smápartafeløgini B&E Invest, Finna og REX 20, sum saman eiga allan partapeningin í J.F. Kjølbro heilsølu og Kjøli, eiga 01.09.2019.

KBI eigur smápartafeløgini Pólar og Solberg.

Kappingareftirlitið hevur eisini fingið at vita, at smápartafelagið "Ella" ætlar at yvirtaka smápartafelagið Lyfta.

"Ella" er holdingfelag, sum eigur meirilutan av partapeninginum í Sendistovuni og meirilutan í Bilasøluni umvegis holdingfelagið 15. september 2020. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162