Langtíðarætlan um serlæknar í vanda at fara fyri skeytið

Langtíðarætlan um serlæknar í vanda at fara fyri skeytið
Skipanin við serlæknapuljuni, sum kom í 2016, hevur riggað væl, men nú játtanin verður skerd, er vandi á ferð, sigur Serlæknafelagið
Shahin Gaini er formaður í Serlæknafelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.10.2025 - 14:35

Ein langtíðarætlan um, hvussu vit fáa fleiri serlæknar til Føroya, er í vanda fyri at fara fyri skeytið. 

Tað sigur Serlæknafelag Føroya, nú landsstýriskvinnan í heilsumálum ætlar at skerja serlæknapuljuna úr fimm milliónum krónum niður í hálva millión.

Serlæknapuljan var sett á stovn í 2016, tí stórur tørvur var á serlæknum í sjúkrahúsverkinum. 

Haraftrat var skipan gjørd, sum tryggjaði, at læknar undir útbúgving kundu taka part av útbúgvingini í Føroyum. Hetta var gjørt fyri at fáa læknarnar heim aftur at arbeiða. 

Tað hevur higartil eydnast væl, og tí er tað týdningarmikið, at tey fáa starv, sigur Shahin Gaini, formaður í Serlæknafelagnum 

Sambært yvirliti, sum Serlæknafelagið hevur latið gera í sambandi við, at fíggjarlógin hevur verið til hoyringar, eru pengar til at seta seks serlæknar í starv í 2026 og eitt hálvt starv í 2027.

Shahin Gaini, formaður í Serlæknafelagnum, var í Breddanum fyrrapartin:

 

30102025_Gaiini_og_serlaeknar

 

Vit tosa við landsstýriskvinnuna í heilsumálum í tíðinunum kl 18 í kvøld.

Allur Breddin kann hoyrast her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688