Viljormur í Heiðunum Davidsen: "Tíðin var tann rætta at venda heimaftur"

Viljormur í Heiðunum Davidsen: "Tíðin var tann rætta at venda heimaftur"
"Eg havi góðar vónir, vit hava eitt gott lið, so tað eru spennandi tíðir Við Løkin," sigur Viljormur í Heiðunum Davidsen, ið flytur heimaftur til barndómsfelagið NSÍ
Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF  
 
30.10.2025 - 11:15

15 ára gamal fleyg Viljormur í Heiðunum Davidsen úr reiðrinum í barndómsheiminum í Saltangará og barndómsfelagnum NSÍ.

Í gjár bórust tíðindini, at 34 ára gamli verjuleikarin og varaliðskiparin á landsliðnum flytur úr HB og aftur til barndómsfelagið NSÍ at spæla. 

Viljormur í Heiðunum Davidsen er spentur upp á nýggju avbjóðingina. 

 

Hví hevur valt at fara aftur til barndómsfelagið?

"Eg føldi at tíðin var komin til at venda heim aftur, og tíðspunkti passaði væl. NSÍ hevur stórar ambitiónir, og vit, felagið og eg, vilja tað sama." 

 

Hvussu er kenslan at fara heimaftur at spæla?

"Kenslan er góð, og eg gleði meg at spæla við Løkin aftur."

 

Hvørjar vónir hevur tú til skiftið og komandi kappingarár?

"Eg havi góðar vónir, vit hava eitt gott lið, so tað eru spennandi tíðir Við Løkin. Øll rundan um felagið eru spent og vilja tað sama."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595