Hans Andrias: Eg lærdi meg at spæla gittar av nýggjum

Hans Andrias: Eg lærdi meg at spæla gittar av nýggjum
Nýggju sangirnir eru inniligir og eitt bland av fólkatónleiki og amerikana rokki. Løgini leiða tankarnar til sterkar kenslur og myrkar søgur, segði Sement-dómsnevndin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.10.2025 - 11:09

Hesa ferð er tað maðurin, sum vann Sement 2025, Hans Andrias, ið vitjar í Studio 5.

Evnaríki trubadururin helt ein drúgvan steðg í almenna rúminum, men í Sement var sjón fyri søgn, at gittari, munnharpa og rødd hava verið dúgliga brúkt kortini.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen


Hans Andrias var vorðin nakað troyttur av bara at spæla tað gamla tilfarið og hevði hug at royna nakað nýtt.

Tí fór hann undir at læra seg at spæla gittar av nýggjum. Eitt nú at stemma gittaran niður og soleiðis broyta ljóðið.

Burtur úr er komin ein øðrvísi ljóðmynd, sum brýtur frá tí, ið fólk kenna frá debutútgávuni, Vision.

Við sær hevur hann gittara og munnharpu, men eisini fleri pedalir, ið lata upp fyri nýggjum møguleikum.

Hann trívist í tí, men viðgongur eisini, at tað er krevjandi at hava so nógvar bóltar í luftini í senn.

Í seinastuni hava nógvar live-framførslur verið á skrá.

Spurdur um hann hevur nakað yndisstað at spæla konsert, svarar Hans Andrias: - At spæla í kirkjum dámar mær allarbest. Har eru fólk friðarlig og nærverandi.

Í kvøld, fríggjakvøld klokkan 21, spælir Hans Andrias konsert í Oy í Havn.



Hvat: Beinleiðis í Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð

 
1773348

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870