Eyðun: Vit skulu spæla fyri møguleikanum

Eyðun: Vit skulu spæla fyri møguleikanum
Manslandsliðið: Tað er altjóða áhugi fyri landsliðnum, nú Føroyar skulu spæla móti Kroatia. Fýra broytingar eru í hópinum og landsliðsvenjarin ætlar at spæla fyri møguleikanum
Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen/KVF  
 
03.11.2025 - 13:52

Eyðun Klakstein hevur á tíðindafundi í dag úttikið hópin til landsdystin móti Kroatia. Fýra broytingar eru í hópinum frá seinast. Hallur Hansson, Brandur Hendriksson og Samuel J. Chukwudi eru  skaddir, meðan Jóannes Kalsø Danielsen hevur leikbann.

Í teirra stað eru komnir Arnbjørn Svensson, René Shaki Joensen, Noah Mneney og Ási Dam. René Shaki Joensen hevur ikki verið við síðani mars mánaði, tí hann hevur drigist við skaða og vant litið. Nú fær hann betri vant. Arnbjørn Svensson og Noah Mneney komu við upp á avboð seinast 

Mest óvæntaða navnið er avloysarin hjá Jóannesi Kalsø Danielsen, Ási Dam úr HB. Hann var við í fyrstu úttøkuni hjá Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen. Hann hevur spælt flestar minuttir hjá HB í ár, og var ein afturvendandi spælari hjá venjaratoyminum, tá teir vóru U21-landsliðsvenjarar.

 

Jóannes Kalsø Danielsen verður ikki við í Kroatia, tí hann hevur leikbann (mynd: Bjarni Árting Rubeksen/kvf)
 

Spæla fyri møguleikanum

Føroyar hava 12 á triðja plássi og Kekkia hevur 13 stig á øðrum plássi. Tí skulu Føroyar hava eitt stig fleiri enn Kekkia í seinasta umfarinum. Føroyar spæla móti Kroatia á útivølli 14. novembur, meðan Kekkia spælir á heimavølli móti Gibraltar 17. novembur.

- Kroatia er nógv tað sterkasta liðið í hesum bólkinum. Hetta er seinasti dysturin í hesi undankappingini, sum er tann besta nakrantíð. Vit hava fingið 12 stig og hava ein málmun, sum er pluss fýra. Tað er ikki hent fyrr. Vit eru nøgdir við avrikini og gongdina higartil, og so skal eg ikki endurtaka irritatiónina um tey mistu stigini fyrr í ár, segði Eyðun Klakstein og endurtók irritatiónina við einum smíli.

- Vit eru í tí óvanligu støðu, at vit enn kunnu spæla okkum til HM. Vit vita at møguleikin er lítil, og at vit skulu hava besta úrslitið nakrantíð, umframt at Gibraltar skal hjálpa okkum. Men so leingi møguleikin er har, spæla vit fyri honum. Vit skylda øllum at spæla fyri møguleikanum. Óansæð hvussu lítil hann er, sigur Eyðun Klakstein.

Tað er eisini stórur altjóða áhugi fyri føroyska landsliðnum í hesum døgum. Fleiri av stóru altjóða miðlunum, so sum New York Times, eru á vitjan og vilja vita hvussu tað ber til, at Føroyar klára seg seg væl. Spurningar um hvar spælararnir arbeiða og hvussu nógvir seyðir eru í Føroyum, eru ikki longur fyrstu spurningarnir.

- Eg haldi tað er ein veruligur áhugi. Tey spyrja hvussu tað ber til, at føroyskur fótbóltur klárar seg so væl. Ikki bara manslandsliðið, men eisini ungdómslandsliðini og feløgini. Tað er altíð onkur, sum spyr um hitt, men tað tíma vit ikki at blíva við at svara upp á, heldur Eyðun Klakstein fyri.

Landsliðsvenjarin er nøgdur við gongdina, nú tað er eitt ár síðani hann og Atli Gregersen úttóku fyrsta landsliðshópin. Eyðun Klakstein legði eisini afturat, at hann var fegin um stuðulin á Tórsvølli og vísti á at fjepparafelagið Skansin, hevur vunnið heiður, fyri at stuðulin til landsdystirnar.

 

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen/KVF)

 

Landsliðið byrjar ferðina til Kroatia komandi mánamorgun. Føroyar spæla móti Kroatia í Rijeka fríggjadagin 14. novembur. Føroyar og Kasakstan spæla venjingardyst á Aldo Drosina Stadion í Pula í Kroatia týsdagin 18. novembur klokkan 17:00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Sunnudag 7. desember
Akademia:"Hvat er dygd?"
201072
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 7. desember
Møti
201167
Sunnudag 7. desember
Andakt
201166
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114