Framvegis størri ferðsla enn væntað

Framvegis størri ferðsla enn væntað
Ferðslan í Sandoyartunlinum er framvegis nógv størri enn upprunaliga var mett
Fleiri enn væntað brúka tunnilin.
 
04.11.2025 - 07:40

Ferðslan í Sandoyartunlinum er framvegis nógv størri enn upprunaliga var mett.

Miðalferðslan um samdøgrið var 1127 akfør í oktober.

Hon var 1116 í september.

Í oktober í fjør var miðalferðslan 984 akfør.

Eisini í Eysturoyartunlinum vóru fleiri bilar í oktober enn í september.

Miðalferðslan var 6.854 akfør í oktober. Tey vóru 6.745 í september.

Í oktober í fjør vóru tey 6.348.

Bæði í Norðoyatunlinum og Vágatunlinum var miðalferðslan minni í oktober enn í september, men størri enn í oktober í fjør.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329