Berghol til Vestmanna kostar millum 600 og 900 milliónir

Berghol til Vestmanna kostar millum 600 og 900 milliónir
Jarðfrøðiligu kanningarnar eru gjørdar, og farið verður at projektera, tá pengar eru játtaðir
Arbeitt verður við tveimum loysnum um berghol til Vestmanna.
 
06.11.2025 - 08:55

Lív er framvegis í málinum um berghol til Vestmanna.

Jarðfrøðiligu kanningarnar eru gjørdar.

Projekteringin verður gjørd, tá pengar eru játtaðir.

Tað sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, í svari til Grím Sundstein, løgtingsmann.

 

Grímur Sundstein, løgtingsmaður, hevur spurt um bergholið til Vestmanna.

 

Tvær loysnir

Hann sigur, at í høvuðsheitum hevur verið arbeitt við tveimum loysnum. 

Onnur er eitt berghol millum Kvívík og Vestmanna. Tað er 4,2 kilometrar langt og kostar 600 milliónir.

Hin loysnin er berghol millum Leynar og Vestmanna. Tað er 6,2 kilometrar langt og kostar 900 milliónir.

Hetta eru prísir frá 2024, sigur landsstýrismaðurin.

Hann kann einki siga um, nær farið verður at bora.  Tað veldst um játtan og raðfesting, sigur Jóhan Christiansen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334