Ung roykja minni, men snúsa meiri

Ung roykja minni, men snúsa meiri
Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum hevur síðani 1989 kannað hugburð og atburð millum ung, og nýggjasta kanningin vísir, at roykingin er nógv minkað
Kanning í 1996 vísti, at meiri enn ein triðingur av teimum ungu royktu, men í fjør var talið komið niður í 3,6 prosent. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)))
 
10.11.2025 - 12:51

Ungfólk roykja minni, men snúsa meir.

Tað vísir ein nýggj kanning, sum Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum hevur gjørt millum allar 9. floksnæmingar í Føroyum.

Heilsugranskingareindin hevur síðani 1989 kannað hugburð og atburð millum ung.

 

Pál Weihe, yvirlækni og partur av Heilsugranskingareindini.

 

Seinasta kanningin var gjørd á vári í 2024, har allir næmingar í 9. flokki í fingu høvi at svara spurningum um tubbaksroyking, snús, rúsdrekka, sálarligan trivnað og annað.

Kanningin vísir, at ungfólk roykja minni nú, men aðrar nikotinkeldur eru komnar í staðin fyri sigarettirnar, eitt nú snús og e-sigarettir. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

10112025_Pal

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523