Amerikanarar fara aftur til arbeiðis

Amerikanarar fara aftur til arbeiðis
Umboðsmannatingið hevur samtykt uppskot um fíggjarlóg, og forsetin skrivaði undir lógina í nátt
Donald Trump, forseti, hevur skrivað undir lógina, sum hevur við sær, at longsti fíggjarligi stongsulin í amerikanskari søgu er av.
Mynd: Kevin Lamarque/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
13.11.2025 - 07:57

43 dagar eftir, at USA noyddist at lata almennu kassarnar aftur, skulu fólk aftur til arbeiðis.

Umboðsmannatingið samtykti í nátt nýggja uppskotið um fíggjarlóg, har 222 atkvøddu fyri og 209 ímóti, og í nátt hevur Donald Trump, forseti, skrivað undir avtaluna.

Við hesum er longsti stongsulin í amerikanskari søgu av.

Bretska kringvarpið, BBC, skrivar, at avtalan tryggjar fígging til almennu amerikonsku umsitingina til januar næsta ár.

Meðan kassarnir hava verið stongdir, hava 1,4 milliónir amerikanarar verið burturi frá arbeiði, ella hava arbeitt uttan løn, og 40 milliónir fólk hava ikki fingið ta hjálp, sum tey annars hava rætt til.

Stongsulin hevur eisini av álvara ávirkað flogferðsluna, tí flogleiðarar, sum skuldu arbeiða uttan løn, sjúkrameldaðu seg. Tað hevði seinkingar við sær, og at enda ætlaði Sean Duffy samferðlumálaráðharri, at talið av fráferðum skuldi minka tíggju prosent.

Átta demokratiskir senatorar hava undirskrivað avtalu við republikanararnar, og tað hevur sett ilt í í demokratiska flokkinum. 

Orsøkin er, at teir átta ikki fingu síni krøv ígjøgnum, men kortini skrivaðu teir undir. Tí verður hetta í demokratiska flokkinum mett sum ein stórur ósigur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809