Upprunafólkið í Brasil mótmælir veðurlagsbroytingum

Upprunafólkið í Brasil mótmælir veðurlagsbroytingum
Í dag eru hundraðtúsundtals fólk farin út á gøturnar ymstastaðni í heiminum við kravi um, at politikararnir steðga veðurlagsbroytingunum
Upprunafólkið í Brasil vísir sína ónøgd á COP30 veðurlagsráðstevnuni.
Mynd: Adriano Machado/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
15.11.2025 - 12:49

Í dag eru hundraðtúsundtals fólk farin út á gøturnar ymstastaðni í heiminum við kravi um, at politikararnir steðga veðurlagsbroytingunum.

Mótmælisfólkini vilja leggja trýst á heimsins leiðarar, sum eru á COP30 veðurlagstoppfundinum í býnum Belém í Brasil.

Veðurlagsráðstevnan hjá ST byrjaði mánadagin og hon hevur longu nú verið rakt av ófriði nakrar ferðir.

Fyrr í vikuni trokaðu óð mótmælisfólk seg inn í bygningin, har ráðstevnan verður hildin. Fleiri av mótmælisfólkunum eru upprunafólk.

Upprunafólkið í Brasil vil gera vart við sína ónøgd, sigur Maria Andersen, veðurlagskorrespondentur hjá DR, sum er stødd í Belém.

Hoyr stutta reportasju, sum Mariu Andersen gjørdi við donsku sjónvarpstíðindini

1776533

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507