Einki avgerandi úrslit á NEAFC-fundi

Einki avgerandi úrslit á NEAFC-fundi
Semja fekst ikki um, hvussu makrelur, svartkjaftur og norðhavssild skal býtast millum londini næsta ár
Um tilmælið hjá ICES um makrel fyri 2026 ikki verður hildið, er vandi fyri, at tilmælið um makrel fyri 2027 verður null tons, skriva Dansk Fiskeritidende.
 
19.11.2025 - 07:55

Einki avgerandi úrslit spurdist burtur úr ársfundinum hjá NEAFC, sum var í Londin 11. til 14. november.

NEAFC umsitur fiskiskapin í útnyrðingspartinum av Atlantshavinum.

Danska Fiskeritidende skriva, at semja fekst ikki um, hvussu makrelur, svartkjaftur og norðhavssild skal býtast millum londini næsta ár.

Á fundinum vóru ES, Bretland, Noreg, Grønland, Russland og Føroyar.

Semja fekst heldur ikki um harðari reglur um eftirlit við fiskiskapinum.

 

Óvissa um russisk veiðutøl

Óvissa er framvegis um Russland fer at kunngera síni veiðutøl.

Tey eru annars avgerandi fyri ICES, sum skal brúka tey í sínum vísindaligu niðurstøðum.

Um tilmælið hjá ICES um makrel fyri 2026 ikki verður hildið, er vandi fyri, at tilmælið um makrel fyri 2027 verður null tons, skriva Fiskeritidende.

Londini hava seinasta árini fiskað nógv meira makrel enn ICES mælti til.

Esben Sverdrup-Jensen, formaður í felagnum hjá danskari uppsjóvarvinnu, heldur, at nú er stundin komin at lyfta samráðingarnar upp á hægsta politiska stig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342