Hetlendskur politikari á íblástrarferð í Føroyum

Hetlendskur politikari á íblástrarferð í Føroyum
Oyggjabólkarnir líkjast á so mangan hátt, og tí er Hannah Mary Goodlad sannførd um, at vit kundu samstarvað nógv meira. Ikki minst á fiskivinnuøkinum.
 
20.11.2025 - 10:05

- Bara 200 míl eru ímillum Hetland og Føroyar. Oyggjabólkarnir líkjast á mangan hátt, og tí er tað undrundarvert, at ikki meira samstarv er millum londini.

Tað heldur Hannah Mary Goodlad úr Hetlandi, sum vitjar í Føroyum í hesum døgum. Hon er limur í skotska tjóðskaparflokkinum, SNP, og stillar upp til skotska parlamentsvalið í 2026.

Føroyaferðin er ein íblástrarferð fyri at kunna seg um politisk og mentanarlig viðurskifti í grannaoyggjabólkinum.

Hannah Mary Goodlad vísir á, at hóast fjarstøðan millum Hetland og Føroyar er stutt, so var neyðugt hjá henni at ferðast 400 míl í ein sunnan, áðrenn tað var gjørligt at flúgva til Føroya.

Hon saknar møguleikarnar, ið vóru við Norrønu, sum í fleiri ár sigldi millum Føroyar, Hetland og Norra.

Londini bæði hava eisini í stóran mun somu avbjóðingar. Bústaðarútboðið er lítið, kostanaðarstigið høgt og ungdómurin fer av landinum og kemur ofta ikki aftur.

Sjálv hevur Hannah Mary Goodlad starvast kring heimin. Eitt nú í Asia og í Norra, men fyri hálvum ári síðani gjørdi hon av at flyta aftur til Hetlands, og tá var tað sum um, at brikkarnir í puslispælinum loksins lógu rætt.

Eitt tað týdningarmesta, um vit ynskja at fáa ungdómin heim aftur, er áhaldni í politisku skipanini. At tey fólkavaldu duga at hyggja longur fram enn bara eitt tingskeið.

Eisni gott altjóða samstarv hevur alstóran týdning. Hetta kann ikki loysast, um vit ikki hava góðar vinir úti í heimi, sigur Goodlad.

Fólk í Hetlandi hyggja at Føroyum við eitt sindur av øvundsjúku. Sjálvstýrið er á einum stigi, sum nógvir hetlendingar droyma um.

Búskapurin er fjølbroyttur. Olju- og gassgrunnurin er júst mettur til hálva milliard pund, og tí er fíggjarligi grundvøllurin so mikið góður, at Hetland er ført fyri at taka ræði á ymsum økjum.

Skotland er á sjálvstýriskós, og Goodlad er sannførd um, at tað bara er ein spurningur um tíð, áðrenn stigið verður tikið. Goodlad sær fyri sær eina framtíð við einum sjálvstøðugum Skotlandi og sjálvstýri í Hetlandi.

Ráðini, hon hevur fingið úr Føroyum, eru, at tað ræður um at taka fyrstu stigini nú. Við tíðini verða tey so umfatandi, at endaliga stigið mest sum hendir av sær sjálvum.

- Eingin fer at geva Hetlandi sjálvstýri. Vit mugu sjálvi fara eftir tí, sigur Hannah Mary Goodlad at enda.

 

1777449

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýst - 3. partur
210483
Mánadag 20. juli
Poppverturin 8
208462
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Mánadag 20. juli
Morgunlestur mánadagur
211130
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096