Tiltøk móti útlendskum skipum skulu í sjófeingislógina

Tiltøk móti útlendskum skipum skulu í sjófeingislógina
Í uppskoti um broytingar í lógini stendur, at brúk er fyri at víðka ásetingina, so heimild er at banna førum undir fremmandum flaggi at taka móti vørum og tænastum
 
20.11.2025 - 07:33

Tiltøk móti fremmandum skipum skulu nú fáa heimild í sjófeingislógini.

Í uppskoti um broytingar í lógini, stendur millum annað, at brúk er fyri at víðka ásetingina, so heimild er at banna førum undir fremmandum flaggi at taka móti vørum og tænastuveitingum, sum stuðla  fiskiskapi, sum tað stendur. 

Brúk er eisini fyri nýggjari áseting, sum forðar fyri, at før undir fremmandum flaggi, sum fiska av hóttum fiskastovnum í ósamsvari við samtyktir, sum Føroyar hava tikið undir við, fáa atgongd til føroyskan sjógv og føroyskar havnir.

Í uppskotinum um broytingar í sjófeingislógini eru átta broytingar.

Millum annað heldur Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið, at ikki er neyðugt at koma í løgtingið við frágreiðing um fiskivinnuna hvørt ár.

Hon skal koma annaðhvørt ár.

Landingar uttanlands

Eisini skal lógin geva greiðari heimild til fiskiskap á Føroya banka. 

Vinnan skal kunna flyta ella avhenda felagskvotur ella felags fiskidagar uttan fyri føroyskan sjógv.

Ásetingin um at blaka veiðu út skal umorðast, so hon er neyvari og greiðari og umfatar allan fiskiskap.

Og loyvi til at geva undantak til bráðfeingis loyvi til landingar uttanlands skal í lógina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345