USA og Sýria hava lopið á IS

USA og Sýria hava lopið á IS
Álopini vóru framd har suðuri í Sýria, har IS hevur 15 vápnagoymslur
Herfyri var sýriski forsetin, al Sharaa, á vitjan hjá Donald Trump, forseta, í Hvítu húsunum. Nú hava USA og Sýria í felag lopið á IS.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
01.12.2025 - 14:07

Amerikanskar og sameindar sýriskar herdeildir hava lopið á tað, sum tær lýsa sum 15 vápnagoymslur,ið víðgongdi islamistiski yvirgangsbólkurin, IS, í syðra parti av Sýria eigur.

Sambært amerikansku miðfyrisitingini vórðu IS-málini í Rif Damashq-landslutinum álopin millum 24. og 27. november, bæði á landi og úr luftini.

- Álopini oyðiløgdu meira enn 130 granatir og rakettir, nógvar sjálvvirkandi riflur, maskinbyrsur, landminur og tilfar til at gera heimagjørt spreingievni, stendur í fráboðan frá Centcom, sum er amerikanska miðfyrisitingin.

USA hevur framvegis herdeildir í Sýria, har tær samstarva við demokratisku deildirnar í Sýria (SDF), sum í høvuðsheitum eru mannaðar við hermonnum úr kurdiska YPG-heimaherinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392