Súsanna aftur í tingið - Djóni heldur fram sum landsstýrismaður

Súsanna aftur í tingið - Djóni heldur fram sum landsstýrismaður
Løgmaður hevur loyst Súsonnu Bertholdsen úr starvinum sum landsstýriskvinna og endurtilnevnt Djóna Nolsøe Joensen sum landsstýrismann
Súsanna Bertholdsen skuldi vera landsstýriskvinna í barna- og útbúgvingarmáluim, men nú fer hon aftur í tingið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.12.2025 - 10:06

Súsanna Berthholdsen verður kortini ikki landsstýriskvinna í barna- og útbúgvingarmálum, men fer aftur í løgtingið, og Djóni Nolsøe Joensen heldur fram sum landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum.

Tað er støðan fyri tingfundin, sum byrjar um ein lítlan tíma, har m.a. fosturtøkulógin kemur til atkvøðugreiðslu.

 

Djóni Nolsøe Joensen heldur fram sum landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum.

 

Løgmansskrivstovan upplýsir í tíðindaskrivi, at Súsanna Bertholdsen hevur biðið løgmann um at verða loyst úr starvi, sbr. stýrisskipanarlógini § 29, stk. 1.

Løgmaður hevur loyst landsstýriskvinnuna úr starvi.

Løgmaður hevur samstundis gjørt av at endurtilnevna Djóna Nolsøe Joensen, tingmann fyri Javnaðarflokkin, sum landsstýrismann í barna- og útbúgvingarmálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423