Týska trýstið ov tungt fyri Føroyar

Týska trýstið ov tungt fyri Føroyar
Føroyar máttu lúta við tíggju málum, 36-26, móti Týsklandi, ið spældi á einum støði hægri. Hóast tapið, so var avrikið góðkent, tí Føroyar fylgdu toluliga væl við
Mynd: Anze Malovrh / kolektiff  
 
02.12.2025 - 20:48

Alt var størri, tá føroysku hondbóltskvinnurnar skuldu royna at sifta týsku vertstjóðina á størsta pallinum, ið eitt føroyskt vaksnamannalið hevur spælt á, einum HM-miðumfarinum.

Høllin var størri, áskoðararfjøldin var størri, og týskum leikararnir vóru størri. 

Hóast Føroyar, og serliga Rannvá Olsen á vinstra vongi, komu flúgvandi frá byrjan, og Føroyar fylgdu væl við inn til støðuna var 10-9, so bleiv mótstøðan ov stór og tung.

Góða byrjanin var eisini óloysiliga knýtt at tí sannroynd, at týska hondbóltsmaskinan ikki ordiliga var komin í gongd.

 

Týska trýstið

Javnt og samt byrjaði føroysku leikararnir at hokna undan tunga týska trýstinum. Serliga í verjuni høvdu okkara tað trupult. 

Føroyska sjey móti seks-álopsspælið byrjaði eisini at kosta meira enn tað gagnaði, tí hvørt mistak bleiv revsað.

Tá farið var til hálvleiks, so var støðan 20-14 til Týsklands.

 

Við allari virðing fyri føroysku avrikunum til hetta HM-endaspælið, so var dysturin í roynd og veru longu taptur í hálvleikinum. 

Til tess var tað ov stórur munur á liðunum og ikki minst hópunum, tí Týskland hevði nógv størri breidd á bonkinum enn Føroyar. 

Og føroysku lyklaleikararnir byrjaðu eisini at vísa tekin um møði, tí teir gjørdu tekniskar feilir, ið teir vanliga annars ikki gera. 

 

Tað modernaða móti tí forna

Í grundini var talan um tvey ymisk sløg av hondbólti, ið bleiv spælt á vøllinum í Westfalenhalle í Dortmund. 

Føroysku leikararnir eru lítlir, lættir og kvikir, og spæla skjótan, modernaðan og stuttligan gjøgnumbrotshondbólt. 

Týsku leikararnir eru stórir, tungir og seinir, og spæla eitt tungan, ómodernaðan og modnan betong-hondbólt. 

Men hví broyta nakað, ið riggar, tí týski hondbóltsskúlin er gamal og effektivur. 


Pernille Brandenborg, liðskiparin, var enn einaferð toppskjútti við fimm málum. Hon var serliga trygg, tá hon skuldi skjóta brotskøst (Mynd: Anze Malovrh / kolektiff)

 

Marita Mortensen framúrskarandi

Hóast føroysku leikararnir eisini gjørdu ein vørr í byrjanin av seinna hálvleiki, og fingu minkað eitt sindur um munin, so stóð skriftin á vegginum. 

Tá Týskland hevði fótað sær aftur í seinna hálvleiki, so valdu venjararnir at hvíla lyklaleikarar sum Pernille Brandenborg, Janu Mittún og Súnu Hansen. 

Tað gjørdi, at Marita Mortensen, Maria Halsdóttir Weyhe, Bjarta Johansen og aðrar, ið hava sitið nógv á bonkinum, sluppu framat. 

Serliga Marita Mortensen vísti seg av álvara fram við nøkrum framúrskarandi langskotum. 

Rakul "The Wall" Wardum vísti enn einaferð, at hon hevur høgt altjóða støði, og tað skuldi undrað meg, um stórfeløg kring Evropa ikki hava fingið eyguni upp fyri stórtalentinum í føroyska málinum. 

 

Týskland - Føroyar 36-26 (20-14)
Westfalenhalle, Dortmund

 

Pernille Brandenborg 5 mál
Jana Mittún 4 mál
Rannvá Olsen 4 mál
Marita Mortensen 3 mál
Bjarta Johansen 3 mál
Súna Hansen 2 mál
Anna Elisabeth Weyhe 2 mál
Maria Weyhe 1 mál
Liv Sveinbjornsdottir Poulsen 1 mál
Karin Egholm 1 mál
Lív Zachariasen
Elsa Egholm
Maria Nólsoy
Vár Zachariasen
 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Vikuskiftið 23 januar 2026
203158
Fríggjadag 23. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Miké Thomsen
203131
Fríggjadag 23. januar
EM tíðindi 23. januar 2026
203127
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979