Hanus syngur sín svanasong á jólafløgu

Hanus syngur sín svanasong á jólafløgu
Sangurin "Eitt stjørnuskot so vakurt" á jólafløguni "Gløgg" hjá Steintóri Rasmussen gjørdist svanasongur Hanusar. Steintór er gestur í Leitisstein í dag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.12.2025 - 00:01

12. oktober tagnaði røddin hjá tónlistarliga risanum Hanusi G. Johansen. 

Seinasta upptøkan av eyðkendu og áður so máttmiklu rødd Hanusar kann nú hoyrast á nýggju jólafløguni "Gløgg", ið Steintór Rasmussen júst hevur útgivið. 

Bert ein mánað áðrenn Hanus andaðist, var Mikkjal Hvannastein við upptakaranum á gátt hjá Hanusi í Hósvík og gjørdu upptøkuna. 

Sorgblítt, men rørandi vakurt er tað at hoyra nógv viknaðu røddina hjá Hanusi synga "Eitt stjørnuskot so vakurt", ið Hanus eigur lagið til. Steintór Rasmussen eigur orðini. 

 

Steintór í LEITISSTEIN

Steintór Rasmussen er gestur í LEITISSTEIN í dag, fríggjadagin, klokkan 13 í sambandi við útgávuna av "Gløgg.

Øll útgávan verður spæld, og tosað verður um útgávuna og einstøku sangirnar. 

"Gløgg" er útgivin bæði talgilt og sum fløga, men við henni fylgir eisini ein bók.

Í bókini eru hugleiðingar um hvønn einstakan sang, og við loyvi frá Steintóri, so verða hugleiðingin um "Eitt stjørnuskot so vakurt" endurgivin her. 

 

Um "Eitt stjørnuskot so vakurt"

Orð eftir Steintór Rasmussen

Árið var 1989. Vit skuldu halda jól í Danmark. Ongin hevði fartelefon. Teldan var sjáldsom. Men vit áttu skrivimaskinu og eitt gott postverk, sum bar brøv millum vinir og frændur.

Hevði júst frætt lívsjáttandi tíðindini, at Hanus, sum er gubbi okkara fyrstføddu dóttir, skuldi verða pápi. Helt tað vera hugnaligt at senda vininum í Føroyum eina jólaheilsu. Sum hugsað, so gjørt. Eg setti meg at skriva. Tað var desembur og um landið høvdu fólk tendrað fyrsta ljósið í adventskransinum.

Næsta dagin fór eg á posthúsið við hondskrivaðu yrkingini, sum eg hevði fest á baksíðuna á eini mynd av okkara tvey ára gomlu Anniku, sum smílist fitt og glað í sólini. Tað gekk ein lítil vika. So ringir telefonin.

Eg taki hornið av og hoyri langt burturi eina kenda rødd, sum syngur nøkur orð, ið eg kennist við. Eg var tikin á bóli. Hví hevði eg ikki sæð hetta komið. Fáar minuttir eftir at hava móttikið jólakortið, skrivaði Hanus lagið. Men summir sangir mugu stríðast meiri fyri lívinum enn aðrir. Ganga skuldu 36 ár áðrenn upptøkan kom í hús.

Eg visti hvussu støðan var. Vakra og gávumilda røddin var viknað,og at fara í studio var ov tung gátt hjá Hanusi at stíga uppum. Men hugurin at syngja var kortini har. Hesin teksturin átti eitt serligt pláss í hansara hjarta. Og Hanus játtaði at gera eina roynd.

24. septembur var Mikkjal Hvannastein í Hósvík við bandupptakaranum. Og tað er ikki ov nógv sagt, at eg var bæði rørdur og takksamur, tá eg enn eina ferð slapp at hoyra Hanus syngja um lívið, ið varar alla tíð. Hetta var so inniligt og kensluborið. So grátandi vakurt.

Hanus var eisini nøgdur. Vit skuldu ikki pynta ella gera nakað við upptøkuna. Hon skuldi vera nakin og erlig. Men tað var kanska í lagi, at ein fiól varisliga slapp at kína henni.

Aftaná skilti eg, at tað var í tólvta tíma, at upptøkan kom í hús. 12. oktobur tagnaði røddin. Hanus hevði sungið sín seinasta sang á foldum. Eitt stjørnuskot so vakurt. 

 

Eitt stjørnuskot so vakurt
Orð: Steintór Rasmussen / Lag: Hanus G. Johansen

Tað handlar ei um gávur
Um pynt og jólatræ
Men tíðin kveikir minnir
Um sang og vinalag

Og skuldu góðir einglar
Á jólum sungið við
Er sangurin um jørðina
Um børnini og frið

Um kertiljós sum brenna
Ið lýsa upp títt sinn
Um jól í teimum hjørtum
Har tú kanst sleppa inn

Ímillum allar stjørnur
Ið blakraðu á nátt
Eg helt eg sá eitt stjørnuskot
Og ynskti tær alt gott

Eitt stjørnuskot so vakurt
Eg sá á vetrartíð
Sum tekin upp á lívið
Ið varar alla tíð 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. desember
Vikuskiftið 5 des 2025
201100
Fríggjadag 5. desember
LEITISSTEIN 05.12.2025 (Steintór Rasmussen)
201090
Fríggjadag 5. desember
Breddin: Stytt arbeiðsvika
201077
Fríggjadag 5. desember
Morgunlestur fríggjadagur 5.desember 2025
200250
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067
Fríggjadag 5. desember
HM25: ísland - Spania
201066
Fríggjadag 5. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201065
Hósdag 4. desember
Veðrið
201039