MT Højgaard: Arbeiðið við H-bygninginum gjørt í tráð við prosjektið

MT Højgaard: Arbeiðið við H-bygninginum gjørt í tráð við prosjektið
Stjórin í MT Højgaard, Sven Klejs Mortensen, vil ikki hava sitandi á sær, at felagið ikki hava gjørt sítt arbeiði við H-bygninginum á LS fult og heilt í tráð við prosjektið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.12.2025 - 16:49

MT Højgaard hevur gjørt sítt arbeiði í samband við H-bygningin á Landssjúkrahúsinum fult og heilt í tráð við prosjektið. Tað sigur Sven Klejs Mortensen, stjóri í P/f MT Højgaard Føroyum.

Men hann leggur afturat, at tilfarið ikki er hóskandi til geografisku staðsetingina

Í arbeiðnum at smíða H-bygningin á Landssjúkrahúsinum hevur MT Højgaard gjørt sjálvan bygningin og lokað hann inni. Alt annað hevur verið gjørt av øðrum arbeiðstakarum. 

 

Landsverk ætlar at stevna MT Højgaard

Í útvarpstíðindunum í gjárkvøldið upplýsti Landsverk fyri Kringvarpinum, at Landsverk er í gongd við umvælingar av H-bygninginum. Tær umvælingarnar eru í løtuni mettar at kosta meiri enn 33 milliónir krónur.

Landsverk ætlar sær eisini at stevna arbeiðstakaran MT Højgaard og "Faerport 2", sum bæði projekteraði og hevði fakliga eftirlitið við arbeiðnum.

Stjórin í P/F MT Højgaard Føroyum kennist ikki við ta upphæddina.
 

Bert 60 prosent í brúk

Í løtuni eru umleið 60 prosent av H-bygninginum í brúki, tí hann lekur so illa.

Sambært stjóranum í Sven Klejs Mortensen er brúkta tilfarið ikki eru egnað til geografisku staðsetingina.

Tó sigur hann, at MT Højgaard hevur gjørt arbeiðið í samsvari við fyriliggjandi prosjektið, og at bæði tilfar og arbeiði var góðkent so hvørt, sum tað var gjørt.

"Faerport 2", sum bæði projekteraði og hevði fakliga eftirlitið við arbeiðnum, er eitt íognarfelag, eitt samstarv, millum Selmar Nielsen arkitekt, SMJ verkfrøðingar og LBF, tað er Landsbyggifelagið

 

1781687

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590