USA tikið russiskt oljutangaskip í íslendskum sjógvi

USA tikið russiskt oljutangaskip í íslendskum sjógvi
Skipið var á veg til Venesuela, og amerikanarar hava fylgt tí í meira enn tvær vikur
Amerkanska sjóverjan hevur elt russiska skipið í meira enn tvær vikur.
Mynd: US European Command  
 
07.01.2026 - 14:49

USA hevur seinnapartin tikið eitt russiskt oljutangaskip, sum er statt í íslendskum sjógvi, umleið 200 kilometrar suður úr Íslandi. 

Talan er um tangaskipið Marinera. 

Amerikanarar hava fylgt skipinum í meira enn tvær vikur.

Tangaskipið var á veg til suðuramerikanska landið Venesuela, tá USA av fyrstan tíð royndi at steðga tí. Tá nevndist skipið "Bella 1". Tá slapp tað sær undan amerikanska stongslinum av Venesuela, og síðani hevur amerikanska hermegin fylgt skipinum. 

 

Marinera hevur verið á svartalista hjá USA síðanni 2024. (Mynd: BBC)

 

Á svartalista

Marinera er á amerikanska svartalistanum yvir skip, sum sambært USA "hótta trygd og støðufesti á vestaru hálvu." Skipið hevur verið á svartalista hjá USA síðani 2024, tí skipið sambært USA flytur ólógliga olju. Áður úr Iran, nú úr Venezuela.
 
Skipið hevur fyrr siglt undir flagginum hjá Guyan, men fyri stuttum kom tað undir russiskt flagg. 

Fyri løtu síðani almannakunngjørdi "U.S. European Command", sum er evropeiska høvuðssætið hjá amerikansku hermegini, eina mynd av skipinum. 

Eisini hava amerikanska løgmálaráðið og verjumálaráðið váttað, at USA hevur lagt hald á russiska skipið.

- Hald er lagt á skipið í Norðuratlantshavinum við støði í handtøkuboðum frá amerikanskum dómstóli, eftir  at skipið "USCGC Munro" fann tað, stendur í fráboðanini frá USA.

USCGC Munro er eitt skip hjá US Coast Guard, og sambært altjóða miðlum er tað hetta skipið, sum hevur fylgt Marineru seinastu dagar og vikurnar. 

 

Hevur kós móti Skotlandi

Altjóða miðlar skriva, at Marinera nú hevur kós móti Norðurskotlandi. Tað kann benda á, at USA ætlar at leggja skipið í Bretlandi.

Bretland hevur higartil ikki gjørt viðmerkingar til málið. 

- Vit viðmerkja ikki operativt virksemi hjá øðrum londum, heldur ikki teirra nýtslu av bretskum herstøðum, segði ein talsmaður fyri bretska forsætisráðharran á regluliga tíðindafundinum í Downing Street fyri løtu síðani.

Russland hevur ikki gjørt almennar viðmerkingar til málið í dag. Í gjár segði eitt talsfólk fyri uttanríkismálaráðið, at tað var "ein óvanlig støða" at USA elti skipið á henda hátt.

 

SEINASTA:

Fyri lítlari løtu síðani boðaði USA frá, at landið hevur lagt hald á eitt tangaskip aftrat. 

Her er talan um skipið "Sophia", sum varð tikið í eini atsókn í Karibiska havinum í nátt. 

Sambært USA var skipið í altjóða sjógvi, har tað framdi "ólógligt virksemi." Tangaskipið er ført til USA. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297