Týski forsetin: Gerið ikki heimsskipanina til ránsmannabøli

Týski forsetin: Gerið ikki heimsskipanina til ránsmannabøli
Frank-Walter Steinmeier finst hvassliga at amerikanska uttanríkispolitikkinum
Frank-Walter Steinmeier, forseti Týsklands, er óvanliga hvassorðaður.
Mynd: Maryam Majd/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
09.01.2026 - 08:11

Týski forsetin, Frank-Walter Steinmeier, finst hvassliga at amerikanska uttanríkispolitikkinum undir Donald Trump, forseta, og hann mælir heiminum til ikki at lata heimsskipanina gerast eitt ránsmannabøli, har tey samvitskuleysu taka tað, sum teimum lystir.

Tað skrivar Reuters-tíðindastovan.

Í óvanliga hvøssum vendingum, sum eftir øllum at døma eru knýttar at avgerðini um at koyra Nicolás Maduro, forseta í Venesuela, frá valdinum, segði fyrrverandi týski uttanríkisráðharrin, at fólkaræðið í heiminum er undir trýsti, sum ongantíð fyrr.

Leikluturin hjá týska forsetanum er ikki av politiskum slagi. Han hevur tó størri frælsi til at siga tað, sum hann meinar, og tí hava orð hansara eina ávísa tyngd.

 

Umboðar søguligt brot

Við tilvísing til avgerðirnar hjá Russlandi um at taka Krim fyri góðum tíggju árum síðan, og at leypa á Ukraina fyri sløkum fýra árum síðani, segði Frank-Walter Steinmeier, at atburðurin hjá USA umboðar eitt annað søguligt brot.

- Nú er tað so virðisniðurbræðingin hjá okkara týdningarmets sameinda, USA, sum annars hevur hjálpt til at byggja ta heimsskipan, sum vit hava, segði Steinmeier á einum fundi mikukvøldið.

- Tað snýr seg um at forða fyri, at heimurin gerst eitt ránsmannabøli, har tey samvitskuleysu taka tað, sum tey vilja hava, og har landspartar ella heil lond vera viðfarin sum ognarlutir hjá nøkrum fáum stórveldum, legði týski forsetin aftrat.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666