Fyrrverandi kanslari mælir til at bjóða Grønlandi og Føroyum ES-limaskap

Fyrrverandi kanslari mælir til at bjóða Grønlandi og Føroyum ES-limaskap
Robert Habeck, fyrrverandi týskur varakanslari, sigur, at heimurin er so nógv broyttur, at Evropa eigur at endurhugsa sambandið við Norðurlond í Arktis
Robert Habeck var týskur varakanslari og ráðharri í búskapi og veðurlagstiltøkum frá 2021 til 2025.
Mynd: Harvard University  
 
12.01.2026 - 12:29

Tað kundi verið eitt gott hugskot at boðið Føroyum og Grønlandi limaskap í ES.

Tað sigur fyrrverandi týski varakanslarin, Robert Habeck, í eini grein í The Guardian um trygd og geopolitikk í Arktis, har hann mælir til, at ES ger eitt greitt mótspæl til vaksandi amerikanska áhugan fyri Grønlandi og Arktis.

Í greinini verður mælt til, at ES beinleiðis bjóðar Grønlandi limaskap, og í framhald av tí eisini Føroyum, Íslandi og Noregi. 

Sambært Habeck er heimurin so nógv broyttur geopolitiskt, at Evropa eigur at endurhugsa sítt samband við Norðurlond í Arktis.

Bleyt megi
Og vegurin fram skal verða bleyt megi - heldur enn hørð megi - við serligum semjum um fiskivinnu, stórar íløgur í undirstøðukervi og burðardygga gagnnýtslu av ráevnum - men samstundis við fullari virðing fyri sjálvsavgerðarrætti og mentan.

Sambært greinini, er hetta ein máti, har ES brúkar samráðingar og samstarv - og ikki vald og tvingsil - til at tryggja, at Arktis framhaldandi verður eitt øki, grundað á altjóða samstarv, heldur enn ávirkan frá stórveldunum.

Robert Habeck var týskur varakanslari og ráðharri í búskapi og veðurlagstiltøkum frá 2021 til 2025.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815