Føroyski fyrimunurin burtur - skulu hava stig ímóti Slovenia

bannari
Føroyski fyrimunurin burtur - skulu hava stig ímóti Slovenia
Sveis vann við heili 17 málum á Montenegro, og tí er fyrimunurin, sum Føroyar hevði undan dystinum burtur. Føroyingarnir mugu nú hava stig ímóti Slovenia fyri at koma víðari
Mynd: Anze Malovrh / kolektiff  
 
20.01.2026 - 18:26

Føroyar skal hava stig ímóti Slovenia, um tað skal eydnast at koma í miðumfarið í Malmø.

Tað er greitt eftir at Sveis smurdi Montenegro av við ikki færri enn 17 málum. Tískil er 16 máls fyrimunurin hjá Føroyum undan dystinum seinnapartinum burtur.

Tey, sum vónaðu, at Montenegro fór at spæla fyri æruni, vórðu vónbrotin, tí tíðliga var greitt, at Sveis fór at vinna. 

Munurin var seks í steðginum, men eftir montenegrinska marrubyrjan í seinna hálvleiki vaks munurin skjótt, og endin var, at Sveis vann heili 43-26.

Dysturin hjá Føroyum ímóti Slovenia byrjar klokkan 19.30. Kringvarpið byrjar at senda klokkan 19.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655