Landsstýrisformaðurin: Vit mugu vera fyrireikað til alt

Landsstýrisformaðurin: Vit mugu vera fyrireikað til alt
Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, og Múte B. Egede, næstformaður í landsstýrinum, høvdu tíðindafund í gjár
Jens-Frederik Nielsen og Múte B. Egede á tíðindafundi í gjár.
Mynd: Sermitsiaq  
 
21.01.2026 - 12:34

- Tað er ikki sannlíkt, at hermegi verður brúkt, men tað er ikki útilokað enn. Vit mugu vera fyrireikað til alt, sum er hugsandi.

Tað segði formaðurin í Naalakkersuisut, Jens-Frederik Nielsen, á tíðindafundi í gjár, nú amerikanski forsetin ikki útihýsir møguleikanum at nýta hervald fyri at fáa Grønland undir amerikanskt vald.

Á tíðindfundinum bað ein journalistur hjá danska kringvarpinum Jens-Frederik Nielsen lýsa støðuna í landinum.

 

Vilja hava størri samstarv

- Vit kunnu ikki útihýsa nøkrum, tá Trump sigur, at hann vil eiga og taka Grønland. Tað kann ikki góðtakast, at altjóða reglur ikki verða hildnar. Vit hava verið sameind í nógv ár, og vit vilja hava størri samstarv, svaraði Jens-Frederik Nielsen, sambært Sermitsiaq.ag.

Seinnapartin fer Donald Trump at halda røðu í Davos í Sveis, har heimsbúskaparráðið hevur fund.

Ein journalistur vildi vita, um Jens-Frederik Nielsen stúrir fyri, um ES kann standa saman ímóti trýsti frá USA, til kreppan endar.

Stjórnarleiðarin smeyg sær uttan um spurningin.

- Vit tosa um heimsskipanina, virðing fyri tjóðarrætti og altjóðarætti, sum skuldi sameina londini. Vit eru fegin um stuðulin frá okkara sameindu, men vit mugu virða heimsskipanina. Hetta er ikki eitt spæl, og heimsskipanin kann falla. Tað hevði ikki verið gott. Vit hava verið tætt sameind við USA, og vit kunnu við samskifti samstarva meira enn í dag, sigur Jens-Frederik Nielsen.

 

Skipa fyri upplýsingarátaki

Tá talan var um ítøkiligu støðuna hjá USA, segði Múte B. Egede, landsstýrismaður og næstformaður í landsstýrinum, at grønlendska stjórnin skilir, at tað er torført at tosa um.

- Tað merkja vit hjá børnum og eldri, tá ið vit tosa um støðuna, har kenslur eru við. Tað er ein trupul tíð hjá okkum, segði Múte B. Egede.

Hóast støðan er trupul, sigur Múte B. Egede, at fólkið og grønlendska stjórnin eiga at vænta uppaftur størri trýst frá USA.

 

Eiga at hava mat til fimm dagar

Hann mælti á tíðindafundinum borgarum til at hava nóg mikið at mati til fimm dagar.

- Vit skulu vera fyrireikað uppá alt, sum kann henda, og alt, sum ikki er útilokað, segði Mute B. Egede, sum fer at skipa fyri upplýsingarátaki til allar borgarar.

Grønlendska landsstýrið sendir næstu dagarnar út kunning við vegleiðingum ella leiðbeiningum um, hvat einstaklingar kunnu gera.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531