Øðrvísi Holocaustdagur í skúlanum

Øðrvísi Holocaustdagur í skúlanum
Sparingar eru høvuðsorsøkin til broytingarnar, men skúlar hava eisini viljað havt broytingar í tiltakinum, sigur stjórin í Námi
Dagurin hevur verið hildin 27. januar, síðani løgtingið í mai 2019 samtykti uppskot um at seta í gildi almennan minningardag um Holocaust og onnur fólkadráp.
 
26.01.2026 - 13:24

Holocaustdagurin verður eisini í ár, men hann verður á ann hátt enn undanfarin ár.

Tað sigur sigur Eyðun Gaard, stjóri í Námi, nú kjak hevur verið á sosialum miðlum um Holocaust-dagin.. 

Sparingar eru ein høvuðsorsøk til broytingarnar. Men skúlar hava eisini viljað havt broytingar í tiltakinum.

 

Eyðun Gaard. 

 

Dagurin hevur verið hildin 27. januar, síðani løgtingið í mai 2019 samtykti uppskot frá Jógvani á Lakjuni, táverandi løgtingsmanni, um at seta í gildi almennan minningardag um Holocaust og onnur fólkadráp.

Eyðun Gaard viðurkennir, at spart kundi verið aðrastaðni, men hetta tiltakið brýtur við vanligu arbeiðsgongdina hjá Námi, sum vendir sær til læraran, sigur hann.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

26012026_Holocaust

 

Stjórin í Námi leggur aftrat, at Holocaust-tiltakið kostaði Námi 100.000 krónur um árið umframt lønarútreiðslur. 

Onnur skeið liggja millum 20.000 og 25.000 krónur, og tað fer av einari skeiðsjáttan upp á 1,6 milliónir krónur av samlaðu játtanini til Nám og Próvstovuna, sum er 33 milliónir krónur.

Les meira her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938