ES og India hava gjørt slóðbrótandi handilsavtalu

ES og India hava gjørt slóðbrótandi handilsavtalu
India sigur, at avtalan umboðar ein fjórðing av bruttotjóðarúrtøkuni í heiminum og ein triðing av heimshandlinum
Forsetin í ES-ráðnum Antonio Costa, indiski forsætisráðharrin Narendra Modi, og forkvinnan í ES-nevndini Ursula von der Leyen fegnast um nýggju handisavtaluna.
Mynd: Altaf Hussain/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
27.01.2026 - 08:21

Næstan 20 ár eftir, at samráðingarnar byrjaðu, eru ES og India nú komin ásamt um eina handilsavtalu, sum hevur við sær, at ES fær fría atgongd til risastóra og varda indiska marknaðin, sum er heimsins størsti.

Tað skrivar Reuters-tíðindastovan í morgun.

- India og ES hava gjørt eina slóðbrótandi handilsavtalu, sum umfatar ein fjórðing av heimsbúskapinum, segði indiski forsætisráðharrin, Narendra Modi, tá avtalan í dag varð almannakunngjørd.

Avtalan er ein roynd hjá pørtunum at verja seg fyri teimum óstøðugu sambondunum við USA, skrivar Reuters.

 

Móðir hjá øðrum avtalum

- Fólk kring í heiminum kalla hesa avtaluna fyri móðrina hjá øllum avtalum. Hon fer at geva teimum 1,4 milliardum fólkunum í India og 450 millónunum í Evropa stórar møguleikar, segði indiski forsætisráðharrin.

Avtalan er stór og umfatandi, tí sambært indiska forsætisráðharranum umboðar hon ein fjórðing av bruttotjóðarúrtøkuni í heiminum og ein triðing av heimshandlinum.

Roknað verður við, at indiski forsætisráðharrin, Narendra Modi, og forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, seinni í dag koma við einari felags fráboðan við fleiri smálutum um avtaluna. Londini hava toppfund í New Dehli í dag.

Samhandilin millum India og ES var í fíggjarárinum fram til mars í 2025 136,5 milliardir dollarar. Tað svarar til 860 milliardir danskar krónur.

 

ES gjørt aðrar avtalur

Avtalan kemur fáar dagar eftir, at ES gjørdi eina aðra avtalu, ta ferðina við tann suðuramerikanska felagsskapin, Mercosur, og avtalurnar, sum í fjør vórðu gjørdar við Indonesia, Meksiko og Sveis. India hevur í sama tíðaskeiði gjørt líknandi avtalur við Stórabretland, Ný Sæland og Oman.

Allar avtalurnar koma í kjalarvørrinum av, at amerikanski forsetin, Donald Trump, royndi at tiltuska sær Grønland, og at hann hótti fleiri evropeisk lond við nógvum revsitolli.

Amerikanski forsetin hevur lagt 50 prosent toll á vørur úr India, og samráðingarnar millum USA og India um eina handilsavtalu steðgaðu í fjør eftir samskiftistrupulleikar millum stjórnirnar.

Avtalan millum India og ES verður undirskrivað í næstum og sett í gildi í árinum, sum kemur, skrivar Reuters-tíðindastovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040