
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Enn er óvist, hvussu verður við klædnaatstøði, tilvirkisatstøði og øðrum útbúgvingum á Glasi í Havn.
Játtanarkarmurin er ikki kendur enn, og ikki fyrr enn umsóknartølini eru tøk í mars mánaði, ber til at siga, hvørjar útbúgvingar vera á Glasi næsta skúlaár.
Í oktobur boðaði Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, frá, at tvær útbúgvingar á Glasi skuldu strikast: klædnaatstøði og tilvirkisatstøði.
Eftir nakað av atfinningum broytti hann meining og gjørdi av, at tær báðar útbúgvingarnar heldur skuldu varðveitast og styrkjast.
Bíða eftir játtanarkarminum
Una Joensen, rektari á Glasi, sigur við Kringvarpið, at tey enn bíða eftir játtanarkarminum frá Barna- og út´bugvingarmálaráðnum. Fíggjarlógaruppskot varð lagt fyri løgtingið, og síðan vórðu ymsar broytingar gjørdar. Júst, hvussu tað fer at ávirka játtanina til Glasir, er ikki greitt enn.
Í seinastu viku fekk rektarin á Glasi tó at vita, at játtanarkarmurin væntandi verður klárur hesa vikuna.
15. mars er freist at søkja inn á miðnámsútbúgvingar. Tá er greitt, hvussu nógv vilja koma inn á ymsu útbúgvingarnar, og tástani ber til at leggja samlaða virksemið hjá skúlanum til rættis næsta skúlaár.
Um klædnaatstøði og tilvirkisatstøði sigur rektarin á Glasi, at skúlin seinastu árini hevur tikið ein flokk inn um árið. Tað vil siga annaðhvørt ein flokk í klædnaatstøði ella ein í tilvirkisatstøði, alt eftir tørvinum.