Arbeiðsloysið minkaði við ársenda í fjør

Arbeiðsloysið minkaði við ársenda í fjør
Í dag fáa 257 fólk pengar frá ALS, 98 kvinnur og 159 menn
Størsta arbeiðsloysið í fjør var í mars, tá tað var 1,2 prosent.
Mynd: Hagstovan  
 
28.01.2026 - 08:19

Arbeiðsloysið var minni, tá árið 2025 endaði enn tá tað byrjaði.

Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í desember. 305 fólk vóru tá arbeiðsleys.

Tað var eitt prosent í januar. Tá vóru 392 fólk arbeiðsleys.

Størsta arbeiðsloysið í fjør var í mars, tá tað var 1,2 prosent.

Í prosentum eru fleiri menn enn kvinnur arbeiðsleysir.

Í dag fáa 257 fólk pengar frá ALS, 98 kvinnur og 159 menn.

704 fólk fáa pengar úr fiskavirkisskipanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037