Streymnýtslan vaks fimm prosent í fjør

Streymnýtslan vaks fimm prosent í fjør
Meiri sólorka var, men minni orka kom úr vatni og vindi, sigur SEV
Sólorka gjørdi, at SEV spardi 120 tons av olju í fjør. 57 sólorkuverk lata streym á netið hjá SEV.
Mynd: SEV  
 
28.01.2026 - 11:25

Brúkt vóru góð fimm prosent meiri streymur í 2025 enn í 2024, sigur SEV.

Elframleiðslan í fjør var 506 gigavatttímar.

Gamla metið var frá 2024. Tað var 480 gigavatttímar. 

Meiri sólorka var, men minni orka kom úr vatni og vindi.

Býtið í fjør var 51 prosent varandi orka, og 49 prosent komu úr olju.


(Mynd: SEV)

 

Sundsverkið ger meginpartin

Sundsverkið ger framvegis størsta partin av streyminum. 

Sólorka er í framgongd. Umframt sólorkuverkini hjá SEV eru onnur sólorkuverk sett upp.

Verkið í Sumba gjørdi fimm prosent meiri streym í fjør enn í 2024.

Sólorka gjørdi, at SEV spardi 120 tons av olju í fjør.

57 sólorkuverk lata streym á netið hjá SEV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345