KG skal stuðla undir ferðavinnu og mentanarlívi í Klaksvík

KG skal stuðla undir ferðavinnu og mentanarlívi í Klaksvík
Jan Petersen, stjóri í Christian í Grótinum, og Johannes Jensen, stjóri í Gist og Vist, vóna at nýggja fýrastjørnaða hotellið í Klaksvík fer at samvirka við bý og ferðavinnu
 
30.01.2026 - 10:11

KG, sum er fyrsta, stóra nýbygda hotel í Klaksvík, letur upp í summar, og helst svevur fyrsti gesturin á hotellinum áðrenn summarferiuna, vónar Jan Petersen, stjóri í Christian í Grótinum, sum fíggjar og letur hotellið byggja: 

- Vit hava faktiskt eitt mál um, at fyrsti gesturin svevur á hotellinum 4. mai, og í løtuni arbeiða nógv góð fólk við at fáa tað klárt, vísur Jan Petersen.

Síðani 15. januar hevur borið til at bíleggja sær kamar á hotellinum frá 1. juli, og tað hava fleiri longu gjørt, sigur Johannes Jensen, stjóri í Gist og Vist, sum skal reka hotellið:

- Tað eru bæði útendingar, men í stóran mun føroyingar, og serliga tá okkurt er í Klaksvík so sum Summarfestivalur, Fiskarímessan, brúdleyp og annað. So tað er sera jaligt, sigur hann.

 

Miðjan av hotellinum, sum Osbjørn Jacobsen arkitektar hava teknað, er eitt atrium, ið rúmar 100-150 fólkum.

 

Tørvur á einum nýmótans hotellið í Klaksvík
KG sæst væl í býarmyndini í Klaksvík, tí hotellið stendur sera væl fyri - uttast á útfyllingini til miðbýin. Tað eru Ósbjørn Jacobsen arkitektar, sum eisini vunnu uppskotið til miðbýarætlan í Klaksvík, ið hava teknað gistingarhúsið, sum er fýrastjørna, fer at hava 83 kømur, matstovu, bar, spa, stóra uttandura savna og fundarsal til 300 fólk. Byggiharrin ivast ikki í, at tørvur er á einum slíkum hotellið í Klaksvík og Norðoyggjum:

- Vit byrjaðu at tosa um eitt nýtt hotel í Klaksvík fyri nógvum árum síðani, men tá ferðavinnan veruliga tók dik á seg áðrenn korona, tóku vit verkætlanina fram aftur. Vit halda, at Klaksvík hevur nógv at bjóða, sum eru áhugavert hjá ferðafólkum og føroyingum, og tí er tað upplagt at hava eitt nýtmótans hotel í Klaksvík. Kanska verður spurningurin, um hotellið er nóg stórt, sigur Jan Petersen.

Upprunaliga varð verkætlanini mett at kosta 150 milliónir krónur, og tá vóru fleiri íleggjarar uppí: Christian í Grótinunm, Lív, Betri, Varðin og íløgufelagið Víkin. Men í dag er felagið Christian í Grótinum einsamalt íleggjari, og verkætlanin er dýrkað. Gist og Vist fer at reka hotellið, og í næstum verður stjórin settur.

 

Hotellið hevur matstovu og kafé/bar

 

Hotellið skal samvirka við ferðavinnu og mentanarlívi í Klaksvík
Jan Petersen og Johannes Jensen halda, at nógv áhugavert er at vitja og gera í Klaksvík, og ikki minst dregur nýggja mentanarhúsið Varpið fólk til Klaksvíkar:

- Vit hava eitt væl útbygt ítróttarøki í Klaksvík, føroya elsta bryggjarí, húsini hjá Nólsoyar Páll, nógvar fjallatoppar og møguleikar fyri at gera túrar til eitt nú Viðareiðis, Kalsoynna, Svínoyar og Fugloyar. Eisini hava vit eitt nýtt mentanarhús, og alt hetta eigur at kunna spæla væl saman við hotellinum, heldur Jan Petersen, sum vísur á, at hotellið er eitt slag av infrakervi, tí fólk skulu hava eitt stað at sova, tá tey vitja ein bý.

Jan og Johannes vóna og vænta, at hotellið við sínum hentleikum og tilboðum, fer at hava eina jaliga ávirkan á ferðavinnu og býarlívi: 

- Hotellið hevur eina matstovu til 60 fólk, eina kafé til eini 50 fólk, so hava vit eitt atrium, sum kann rúma 100-150 fólkum. Eisini eru fundarhølir og ein ráðstevnu- ella veitslusal til 300 fólk. Vit vóna tí, at hesar hentleikar geva møguleikar, og kunnu elva til fleiri tiboð og virksemið í Klaksvík og Norðoyggjum, sigur Jan Petersen.


Lurtið eftir samrøðuni við Jan Petersen, stjóra í Christian í Grótinum og Johannes Jensen, stjóra í Gist og Vist her

 

1791759

 

Enn er nógv at gera, áðrenn hotellið letur upp í summar.

 

 

Hvat: Kultura
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 17.05 í útvarpinum, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450