- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kreppa í norska kongshúsinum: Haakon og Mette-Marit verða kanska lopin um

Ein óheft kanningarnevnd skal setast til at fáa greiðu á, hvat samband fólk í týdningarmiklum størvum í norska samfelagnum hava havt við ríkmannin og seksualbrotsmannin, Jeffrey Epstein.
Tað krevur norski umhvørvisflokkurin Tey Grønu, skrivar norska kringvarpið, NRK.
Boðini koma, eftir at tey seinastu nógvu skjølini í Epstein-málinum vórðu almannakunngjørd fríggjadagin.
- Hetta skakar álitið á alt tað norska samfelagið. Til tess at avmarka skaðarnar nú, mugu vit leggja alt á blik og fáa fullkomið yvirlit yvir, hvat er hent, sigur leiðarin í umhørvisflokkinum, Arild Hermstad, við NRK.
Mette- Marit krúnprinsessa í Noregi. (Mynd: Javad Parsa/NTB/Ritzau Scanpix)
Mette-Marit samskift við telduposti
Seinastu skjølini vísa, at norska krúnprinsessan, Mette-Maritt, hevur havt teldupost samskifti við Epstein millum 2011 og 2014, eins og hon eisini hevur verið og vitjað hann.
Sambandið teirra millum tók seg upp, eftir at Epstein varð dømdur, skrivar NRK.
Sambært Joakim Reigstad, sum er korrespondentur hjá NRK, er talan um størstu kreppu hjá norska kongshúsinum higartil.
- Norska kongshúsið hevur eftir øllum at døma roynt at dylja, hvussu nógv samband krúnprinsessan hevði við Epstein, og síðani vónað, at hetta fór at laga seg av sær sjálvum. Tá tað nú er greitt, at sambandið hevur verið so nógv, og eisini leingi eftir, at Epstein varð dømdur, gerst málið alt meira álvarsligt, sigur hann sambært NORK. no.
Tætt samband
Skjøl úr amerikanska løgmálaráðnum vísa, at sambandið millum norsku krúnprinsessuna og Jeffrey Epstein var tætt og vardi í nógv ár.
Áður hevur kongshúsið sagt, at sambandið millum krúnprinsessuna og seksualbrotsmannin, Epstein, endaði í 2013. Men tað er ikki rætt, vísir privat teldupostsamskifti teirra millum. Sambandoið endaði ikki fyrr enn í 2014, greiddi kongshúsið frá um vikuskiftið.
Tey bæði skrivaðu og tosaðu saman um millum annað bøkur, fríggjaraferðir hjá Epstein í París, eins og samband til jóla og føðingardagar, skriva fleiri norskir miðlar.
Biðið um umbering
Krúnprinsessan hevur biðið um umbering og hevur sagt, at hon angrar sambandið við hann. Hon dugdi ikki nóg væl á at skyna, hvat var rætt og skeivt, sigur hon.
Hesum hevur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, sagt seg vera samdan við krúnprinsessuni í.
- Vert er at leggja til merkis, at forsætisráðharrin er so greiður í boðum sínum. Men honum tørvar eisini at leggja frástøðu til Epstein og teirra, sum hava havt samband við hann, metir, Joakim Reigstad, tíðindamaður í NRK.
Jógvan Hugo Gardar.
Jógvan Hugo Gardar, journalistur í Oslo, sigur, at nú verður møguleikin nevndur, at Håkon krúnprinsur og Mette-Marit krúnprinsessa verða lopin um, tá trúnskifti verður næstu ferð, og at elsta dóttir teirra, Ingrid Alexandra, verður drotning í staðin.
Hoyr samrøðu við Jógvan Hugo Gardar í útvarpstíðindunum:





























