- Tíðindi, mentan og ítróttur
Suðuroyartunnilin: Uppskotið kemur úr fíggjarnevndini 18. februar

Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil skal úr aftur fíggjarnevndini um tvær vikur, 18. februar.
Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, forkvinna, sum hevur boðsent løgmanni á fund í nevndini í morgin.
Tað vakti ans, tá fíggjarnevndini í farnu viku sendi heilar 59 spurningar til løgmann at svara.
Spurningarnir koma aftrat frammanundan rúgvismikla tilfarinum til lógaruppskotið um at fyrireika, prosjektera og bjóða út Suðuroyartunnilin.
Spurningarnir fevna breitt - flestu um teknisk viðurskifti av alskyns slag, aðrir um inntriv á náttúru og djóralív.
Løgmaður hevur fingið 59 spurningar frá fíggjarnevndini um Suðuroyartunnilin .
Savnaðir saman í eitt skjal
Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini, sigur við Kringvarpið, at spurningarnir koma frá einstøku fíggjarnevndarlimunum, og eru síðani savnaðir saman í eitt skjal til Løgmansskrivstovuna.
Freistin at svara var longd til í gjár, upplýsir hon.
Í morgin skal løgmaður møta í fíggjarnevndini, saman við partafelagnum Suðuroyartunnilin.
- Tá verða svarini umrødd, og høvi verður at spyrja uppaftur, um okkurt er ógreitt, sigur hon.
Tveir fundir aftrat
Tveir fundir afturat eru ásettir í fíggjarnevndini - 9. og 12. februar - áðrenn álitið skal skrivast, og lógaruppskotið um Suðuroyartunnilin skal úr aftur fíggjarnevndini 18. februar.
- Greiða málið er, at freistin skal halda, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Hon vil tó einki siga um, hvørt semja er í nevndini, ella hvussu nógv álit koma úr aftur fíggjarnevndini, tá avtornar.
























