ES fer aftur at viðgera handilsavtaluna við USA

ES fer aftur at viðgera handilsavtaluna við USA
Formaðurin í handilsnevndini í ES-tinginum sigur, at treytin er, at USA virðið fullveldið hjá ES og tess limalondum
ES-tingið steðgaði á at viðgera handilsavtaluna við USA, tí Trump hótti við eykatolli, men nú verður viðgerðin tikin uppaftur.
Mynd: Yves Herman/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
04.02.2026 - 15:53

ES-tingið fer nú aftur at viðgera málið um handilsavtaluna við USA.

Tað boðar formaðurin í handilsnevndini hjá ES-tinginum, Bernd Lange, frá. 

Eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, fyri stuttum hótti fleiri ES-limalond við at hækka tollin á vørum úr hesum londum enn meiri, avgjørdi ES-tingið at steðga á við handisavtaluni.

Síðani hevur Trump tikið hóttanirnar um eykatoll aftur, eins og hann ikki longur tosar so nógv um at taka Grønland. Tað hevur fingið ES-tingið at taka viðgerðina av handilavtaluni uppaftur.

Bernd Lange sigur, at limirnir í handilsnevndini eru fúsir at taka viðgerðina uppaftur, um USA virðir fullveldið hjá ES og limalondunum í samveldinum. 

Handilsavtalan millum USA og ES var gjørd í fjør summar.

Hon sigur, at amerikanski tollurin á vørum úr ES verður 15 prosent.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532