Vilja hava fjølbroyttari bústaðarmøguleikar í Vestmanna

Vilja hava fjølbroyttari bústaðarmøguleikar í Vestmanna
Kommunan setur sum krav, at tey, sum bjóða, skulu koma við uppskoti um byggingina, og tað verður kravt, at fígging fæst til byggingina
Økið, sum talan er um, er ein samanlegging av Kolastykkinum og økinum á Bakka, har sum Turkihúsið stóð.
Mynd: Vestmanna kommuna  
 
04.02.2026 - 08:30

Kommunustýrið í Vestmanna hevur samtykt at bjóða eitt stykki út at byggja bústaðir á, so bústaðarmøguleikarnir í bygdini gerast fjølbroyttari.

Kommunan skrivar, at fleiri vilja hava bústað í Vestmanna, og at fólk javnan spyrja seg fyri um møguleikar at fáa fatur á bústaði. Tað eru bæði yngri og eldri fólk.

- Vit leggja sjálvandi nógv fyri, so tað letur seg gera at búseta seg her. Grundstykkir eru tøk, og fleiri hava eisini tikið av tí møguleikanum. Vit vita tó eisini, at tað eru fleiri, sum vilja hava fjølbroyttari bústaðarmøguleikar, og tað vilja vit í Vestmanna eisini kunna bjóða, skrivar kommunan á heimasíðuni.

 

Skulu hava fígging

Tey, sum bjóða, skulu koma við sínum uppskoti um, hvussu byggingin kann skipast, men kommunan setur sum krav, at tað verða bygdir bústaðir, sum til ber at fáa fígging til í Vestmanna.

Eisini skal hugsast um fólk við rørslutarni, sigur kommunan, sum eisini treytar sær, at burðardyggar orkuskipanir verða brúktar.

Økið, sum talan er um, er ein samanlegging av Kolastykkinum og økinum á Bakka, har sum Turkihúsið stóð, skrivar Vestmanna kommuna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961