EM í Oslo sæst aftur: Ferðafólkatalið vaks 27 prosent í januar

EM í Oslo sæst aftur: Ferðafólkatalið vaks 27 prosent í januar
Fleiri enn 26.000 ferðafólk komu og fóru um flogvøllin í januar
Túsundtals føroyingar vóru í Oslo í sambandi við EM-endaspælið í handbólti, og tað sæst aftur í ferðafólkatalinum á flogvøllinum.
Mynd: Kolektiff  
 
05.02.2026 - 11:10

Evropameistarakappingin hjá monnum í handbólti í Oslo sæst væl og virðiliga aftur í tølunum hjá Vága floghavn.

Ferðafólkatalið var 27,2 prosent størri í januar í ár enn í januar í fjør, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn.

Januar í fjør var slakur til ferðafólk. Ferðafólkini vóru 26.139 í januar í ár.

Tey vóru 16,1 prosent fleiri enn í januar 2024, tá menninir spældu handbólt í Berlin.

 


SAS fer at flúgva meira á Føroya-rutuni í summar. 

 

SAS fer at flúgva meira

Tey trý flogfeløgini, SAS, Icelandair og Widerøe fara aftur at flúgva til Føroya í summar. SAS hevur boðað frá fleiri ferðum. Flogið verður oftari tvær ferðir um dagin.

Men Widerøe ætlar at skerja sítt virksemi, hevur felagið boðað frá.

Icelandair leggur dent á, at flúgvingin til Føroya og úr Føroyum hevur samband við flúgvingina til USA og úr USA.

Í fjør vóru 40 prosent av ferðafólkunum, sum komu til Føroya, úr USA ella Kanada.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961