
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Hví segði tú ja til at luttaka í Hoydalar?
»Eg ætlaði mær faktiskt ikki at melda meg til, men mamma mín yvirtalaði meg at senda eina umsókn inn til KVF. So var eg so heppin at blíva vald, og tók bara av møguleikanum, tí what is the worst that could happen?«
Hvat hevur verið tað besta við at luttaka?
»Nógv ymiskt. Altso, eg kann byrja við at fólkini rundan um, og ikki minst mínir ”floksfelagar”/spírar, men øll framman fyri og aftan fyri kamera. At syngja fyri stjørnunum var eisini bara ordiliga kul!«
Var nøkur løta ella hending, ið var serliga góð?
»Viðurkenningin frá stjørnunum, og tá ið mann nailaði sína framførslu. Fyrsti upptøkupartur, sum var við Eyðuni Nolsøe, var ordiliga skeg. Hetta var fyrstu ferð, vit vóru øll spent og nervøs, og Eyðun var bara ein so góður fyrsti gestur.«
Hvat hevur verið tað mest avbjóðandi við at luttaka?
»Fyri meg var tað at velja sangir. Mann fær so nógv hugskot til ymiskt, og stjørnurnar hava óteljandi góðar sangir. Eisini var tað avbjóðandi, at vit ikki máttu siga nakað við nakran. Vit hava verið ígongd síðan mars í 2025, og nú kunna vit endiliga tosa um, hvat ið vit hava gjørt í Hoydølum í fjør summar.«
Var nøkur løta ella hending, ið var serliga tung?
»Tað var rættiliga hardcore at verða on í tvær vikur við framførslum og venjingum. Til tíðir kundi tað verða eitt sindur yvirstimulerandi. Men vit øll høvdu tað skeg, og skiltu væl hvønn annan, um mann hevði tað eitt sindur torført við einum sangi.«
Hvussu er at síggja seg sjálvan á skíggjanum?
»OMG! TAÐ ER BAD! Mann hugsar bara: Tosi eg for real soleiðis har? Er hatta mítt gongulag? Geez!!! Hví segði eg hatta!? Tvætl, tað er fínt. Vit vóru heppin, at ljósið var so gott, tí vit síggja ordiliga gott út á pallinum.«
Hvør sangur hevur rørt teg mest?
»Nógvir sangir rørdu meg! Hjá Martini Joensen var tað "Spor í sandi", ið Bjarki skuldi tulka. Martin greiddi frá um ein, ið hann hevði mist, og skrivaði tí handan sangin. "Hvítar flykrur" hjá Eyðun Nolsøe er so rørandi og fittur, og Anna Lovisa tulkaði hann so flott, at tað var bara ein ordiliga góð framførsla.«
Hvørja framførslu vart tú mest nervøs/-ur um frammanundan og hví?
»Hana í kvøld. 100%. Eg visti ikki, hvat ið eg ætlaði við sanginum, og so gjørdi eg nakað ordiliga vilt við sanginum. Eg visti ikki, hvussu stjørnan fór at taka tað, og hvat ið hon fór at halda um tekstin, sum eg skrivaði til sangin.«
Hvat vónar tú at fáa burtur úr at luttøkuni?
»Fáa eitt spark í reyvina, so eg komi ígongd við at gera mín egna tónleik og skapa eitt navn fyri meg sjálva.«
Vil tú viðmæla øðrum at luttaka í Hoydalar, um tað verður ein seasong 2?
»Altso góða eydnu til KVF við at finna eina so góða samanseting av spírum aftur. Tvætl. Eg eri ein go for it-týpa, tí hví skuldi mann ikki melda seg til? Hetta var ein ordiliga skeg uppliving, so mann skal bara fara all in við hugskotum til sangirnar.«
Hvat: Hoydalar
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Hóskvøld kl. 19.30, og tá tað passar tær á KVF Sjón
Temasíðan: Hoydalar
Sprírar: Anna Lovisa, Bjarki, Emma, Filip, Jóhanna & Sophilia
Stjørnur (higartil): Martin Joensen, Eyðun Nolsøe & Eivør