Handilsvinnan bjartskygdari - byggivinnan hevur minni at gera

Handilsvinnan bjartskygdari - byggivinnan hevur minni at gera
Hagstovan hevur kunngjørt nýggjasta konjukturbarometrið
Handilsvinnan er bjartskygdari nú, og húsarhaldini halda, at fíggjarliga støðan verður betri um eitt ár.
Mynd: Hagstovan  
 
11.02.2026 - 10:33

Handilsvinnan er bjartskygdari nú, og húsarhaldini halda, at fíggjarliga støðan verður betri um eitt ár.

Tað sigur nýggjasta konjunkturbarometrið hjá Hagstovuni.

Konjunkturbarometrið er nú 11. Tað er minni enn langtíðarmiðalið, sum er 14. 

Byggivinnan er ikki bjartskygd um framtíðina.

Bíleggingarnar hjá byggivinnuni eru færri nú, enn tær hava verið. 

Byggivinnan væntar, at tørvurin á arbeiðsmegi fer at minka komandi árið.

Tilfeingis- og ídnaðarvinnan er eitt vet meira bjartskygd, og tænastuvinnan sigur, at eftirspurningurin hevur verið betri í seinastuni. Men væntandi fer hann at minka komandi árið.

Konjunkturbarometrið byggir á spurnarkanningar, sum verða gjørdar í januar og juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961