Ídni í Klaksvík lýst til sølu

Ídni í Klaksvík lýst til sølu
Tey, sum bjoða, skulu gera virkisætlan fyri bygningin, sum skal hava visjón og endamál
Bygningurin er frá 1947, og hevur verið brúktur sum smiðja og goymsla. Hann er í ringum standi, og krevur ábøtur.
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
16.02.2026 - 15:39

Bygningurin Ídni, sum er gamla smiðjan í Klaksvík, verður nú settur til sølu.

Tað samtykti býráðið á býráðsfundi 29. januar.

Talan er um bygning á leigulendi. Endamálið er at finna bestu virkisæltanina fyri bygningin Ídni í Klaksvík.

Sølan er treytað av, at boðgevari lýsir og fremur best skikkaðu virkisæltan fyri komandi virksemi í Ídni, skrivar kommunan á heimasíðuni.

Treytin er, at bygningurin fer at hýsa virksemi, sum á einhvønn hátt kemur borgarum í Klaksvíkar kommunu til góðar.

 

LES EISINI: Útboð Ídni

 

Hálv millión

Prísuppskotið er 500.000 krónur, og virkisætlanin skal hava eina visjón og endamál, nýtsluætlan, fíggjarætlan, tíðarætlan, umframt mynd, skitsu ella líknandi.

Freistin at bjóða er 16. mars.

Bygningurin er frá 1947, og hevur verið brúktur sum smiðja og goymsla. 

Hann er í ringum standi og krevur ábøtur, skrivar kommunan. í hjálagdum skjali um bygningin.

Kommununan keypti Ídni í 2006, við tí í hyggju at taka bygningin niður.


Soleiðis sær Ídni út á Google Maps í dag

 

LES EISIN: Ídni takast niður

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053