Landbúnaðarstuðul skal ikki vera treytaður av, hvussu nógv søkja

Landbúnaðarstuðul skal ikki vera treytaður av, hvussu nógv søkja
Semja tykist vera í politisku skipanini um at játta meira pening á eykafíggjarlóg, um upphæddin á fíggjarlógini ikki røkkur til, tí framleiðslan er størri roknað varð við
Frá Búnaðarstevnuni í Klaksvík leygardagin.
Mynd: Norðlýsið  
 
16.02.2026 - 08:58

Upphæddirnar, sum hvør einstakur fær í landbúnaðarstuðli, skulu ikki vera treytaðar av, hvussu nógv søkja, og hvussu nógv tískil verður í part at býta av samlaðu stuðulsjáttanini. 

Tað tykist breið, politisk semja vera um eftir Búnaðarstevnuna í Klaksvík leygardagin. 

Nýggja lógin um landbúnaðarstuðul, sum í fjørvár varð samtykt sum partur av landbúnaðarpolitikkinum, og sum kom í gildi á nýggjárinum, víðkar møguleikarnar at stuðla vinnuligari landbúnaðarframleiðslu í Føroyum.

Stuðul kann latast eini røð av framleiðslu - alt frá mjólk, til at gøða kálvar, sølu av neyta- og seyðakjøti, velta epli, røtur og annað, ala flogfenað, dyrka stráfóður og so framvegis.

Tey, sum reka vinnuligan landbúnað, kunnu søkja um stuðul, ið verður latin eftir, hvat tey kunnu skjalprógva at hava selt. Krónutal er eisini sett á stuðulin.

 

Óvissa um skipanina

Men, har er kortini ein stór óvissa í hesi annars einføldu stuðulsskipan.

Tað gekk sjón fyri søgn á Búnaðarstevnuni í Klaksvík, tá landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum legði fram stuðulsmøguleikarnir í nýggju lógini um landbúnaðarstuðul, sum veruliga kemur at virka, tá kunngerðin í næstum verður lýst og stuðulsupphæddirnar nágreinaðar.

Tí, áðrenn hvørt krónutal, ið landsstýrismaðurin nevndi, stóð eisini orðingin "í mesta lagi".

"í mesta lagi 1 kr. og 5 oyru fyri hvønn litur av mjólk", "í mesta lagi 2500 krónur fyri hvønn gøðingarkálv", "í mesta lagi 20 krónur fyri hvørt kilo av feskum kjøti," og so framvegis.

 

Roknað sum stuðulsjáttan

Orðingin - "í mesta lagi" - hevur sína orsøk.

Tí stuðulin til landbúnaðin er í fíggjarlógini at rokna sum ein stuðulsjáttan. Tað vil siga, at upphæddin er fastlæst frammanundan. Í ár er samlaði stuðulin 20 milliónir.

Tað merkir, at eru umsóknirnar fleiri, enn pengar til eru - so verður minni í part.

Hevði hinvegin verið talan um eina sonevnda "lógarbundna játtan", so høvdu øll havt rætt til ta stuðulsupphædd, sum ásett er í lóg ella kunngerð. Hugtakið "lógarbundin játtan" verður eitt nú brúkt til almennaveitingar av ymsum slag.

Sambært landsstýrismanninum ber ikki til at broyta landbúnaðarstuðul frá at vera stuðulsjáttan til lógarbundna játtan. 

 


(Mynd: Norðlýsið)

 

Semja um at játta meira

Men á pallborðsfundi á Búnaðarstevnuni í Klaksvík søgdu umboð fyri allar flokkar seg vera sinnaðar at gera eina politiska avtalu um at játta fleiri pengar við eykajáttanarlóg, skuldi tað víst seg, at upphæddin á fíggjarlógini ikki røkkur til, tí framleiðslan er størri roknað varð við.

Víst var á, henda avtala frammanundan er gjørd viðvíkjandi skipasmíð, har endurgjald til skipasmíð verður latið sum ein stuðulsjáttan, ið tó verður regulerað við eykajáttanarlóg, alt eftir hvussu nógv skip verða smíðað í Føroyum ta einstaka árið.

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, tók politisku lyftini um líknandi leist fyri landbúnaðarstuðulin til sín:

 

16022026_Landbunadarstudul

 

Norðlýsið stroymdi politiska orðaskiftið um landbúnaðin, og tað kann síggjast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. februar
Morgunlestur mánadagur 16.februar 2026
204087
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju
204242
Leygardag 14. februar
TEMAPLÁTAN: 'Blackout', Scorpions, 1982
204218
Leygardag 14. februar
Jambalaja - 140226
204234
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178