Breddin: Hóttanir fjaldar á netinum

Breddin: Hóttanir fjaldar á netinum
Tað snýr seg um at órógva samfeløg, raka kritiska undirstøðukervið og fyritøkur
Netálop, njósning og følsk kunning eru vorðin vanlig amboð hjá bæði statum og kriminellum bólkum.
Mynd: Shutterstock.com  
 
19.02.2026 - 09:16

Tá vit tosa um trygd og hóttanir uttanífrá, hugsa mong kanska um hermenn, skip og flogfør. Men í dag liggur ein stórur partur av hóttanunum móti okkum fjaldur á netinum.

Netálop, njósning og følsk kunning eru vorðin vanlig amboð hjá bæði statum og kriminellum bólkum.

Tað snýr seg um at órógva samfeløg, raka kritiska undirsrøðukervið, okkara fyritøkur, og skapa iva og ótryggleika í tí, sum verður rópt fyri hybrid krígsførsla. 

Føroyar liggja strategiskt mitt í Norðuratlantshavi - og eru samstundis partur av einum altjóða trygdarbýti.

Men hvussu álvarsligar eru hesar hóttanir í veruleikanum? Hvat eru tær mest sannlíku hóttanirnar móti Føroyum? Og hvussu fyrireika vit okkum, tá hesar hóttanir gerast veruligar?

Tað spyrja vit í Breddanum í dag klokkan 10.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375