Tveir menn í grundlógaravhoyring fyri harðskap, eldáseting og rán

Tveir menn í grundlógaravhoyring fyri harðskap, eldáseting og rán
Hendingin fór fram í einum sethúsum í Havn, stutt fyri klokkan 18 í gjárkvøldið
Menninir eru m.a. skuldsettir fyri við vilja at hava sett eld á húsini. Grundlógaravhoyringin er fyri afturlatnum hurðum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.02.2026 - 15:06

Tveir menn eru í grundlógaravhoyring í løtuni, skuldsettir fyri grovan harðskap, fyri at hava sett eld á við vilja, og fyri rán.

Hendingin fór fram í einum sethúsum í Havn, stutt fyri klokkan 18 í gjárkvøldið. 

Maðurin í húsunum varð álopin heima hjá sær sjálvum, og var fyri ógvusligum harðskapi. Eisini varð eldur settur á, har maðurin var staddur.

 


(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Maðurin boðaði sjálvur løgregluni frá. Hann varð síðani sendur á Landssjúkrahúsið.

Annar av skuldsettu monnunum varð handtikin í gjárkvøldið, hin í morgun.

Grundlógaravhoyringin byrjaði fyri lítlum tíma síðani. Hon fer fram fyri afturlatnum hurðum.

Ákæruvaldið bað um afturlatnar hurðar, tí málið er ikki liðugt kannað, fyri at verja vitni og fyri, at skuldsettu menninir báðir ikki skulu hoyra frágreiðingina hjá hvørjum øðrum.

Verjin hjá øðrum manninum bað eisini um afturlatnar hurðar.

Dómarin gav teimum viðhald, og fjølmiðlar vóru bidnir um at fara út úr rættarsalinum. 

- Hetta er eitt álvarsligt mál, sigur Heri Andreasen, varapolitiinspektørur:

 

19022028_Heri_Andreasen

 


 

 


Fleiri sløkkiliðsbilar komu á staðið, tá boðað var frá eldinum í gjárkvøldið. (Mynd: Heini Johannesen)

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493