Pensjónsaldurin og Suðuroyartunnilin skulu avgreiðast í dag

Pensjónsaldurin og Suðuroyartunnilin skulu avgreiðast í dag
Tingfundur verður klokkan 11
Aftur í dag er spenningur í løgtinginum, nú pensjónsaldurin og Suðuroyartunnilin koma til 3. og endaligu viðgerð.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.02.2026 - 09:56

Í dag verður endaliga atkvøðugreiðslan um pensjónsaldurin og Suðuroyartunnilin í løgtinginum.

Í dag verður málið um Suðuroyartunnilin avgreitt fyrst, og síðani kemur pensjónsaldurin.

Tá onnur viðgerð var mánadagin, var raðfylgjan tann øvuta. 

Eftir aðru viðgerð fekk uppskotið um pensjónsaldurin 16 atkvøður fyri, 15 vóru ímóti.

Suðuroyartunnilin fekk 23 atkvøður, ein atkvøða var blonk, og sjey vóru ímóti.    

Tingfundurin í dag er kl. 11.

Í  útvarpinum fylgja vit gongdini í Løgtinginum, og hendir nakað fyri tíðindasendingina á døgurða, hava vit eyka tíðindasending.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541